Ítróttur

Myndir: 07 Vestur smurdi Skála av á Dungasandi

...

2017-09-16 17:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

07 Vestur tók í dag móti Skála í EFFO-deildini, og dysturin gjørdist søguligur fyri felagsliðið í Vágum, les meira um tað her.

07 Vestur legði seg beinavegin á dystin, og longu eftir eitt korter var 3-0 til heimaliðið. Høgni E. Nielsen byrjaði málveitsluna á Dungasandi, og so skoraði John Frederiksen til 2-0 og 3-0, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Søren Nielsen skoraði til 4-0 í seinna hálvleiki, og John staðfesti sigurin tá ið hann skoraði hattrick til 5-0.

Nú hevur 07 Vestur 4 stig upp til liðið sum er beint omanfyri niðurflytingarstrikuna, sum er Skála.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder