2015-08-15 22:34
B36 hevur í dag verið á vitjan hjá 07 Vestur, á Valloyrini í Sandavági.
B36 liggur í botninum í 1. deild, meðan 07 Vestur kappast um uppflyting í EFFO-deildina.
Tað var 07 Vestur, sum kom betri frá byrjan við málið frá Holgari Durhuus til 1-0. Eftir tað kom B36 betri við, og legði seg á odda 1-2 við málum frá Pætur Petersen og Sjúrða Thomassen. 07 Vestur fekk javnað áðrenn hálvleik tá Høgni E. Nielsen skoraði til 2-2, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Seinni hálvleikur var eitt langt 07 Vestur álop, men inn fór bólturin ikki. Dysturin endaði so við 2-2 javnleiki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald