Nógv gestir vóru møttur upp, tá sambýlið við Mylnutún í Klaksvík lat hurðarnar upp fyri almenninginum í sambandi við, at sambýlið er liðugt og verður tikið í nýtslu.
Talan er um 12 vardar bústaðir til fólk við menningartarni, sum longu eru flutt ella í næstum fara at flyta inn í sambýlið.
Sum vera man fegnaðust tey, sum tóku orðið undir hátíðarhaldinum, at dagurin var komin, at sambýlið var liðugt.
Hesi vóru millum annað leiðarin fyri økið, Odda Højgaard, Almannaverkið, Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, Arne Debes Madsen, leiðari á Byggideildini á Landsverki, og Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík.
Orkestrið ??labogin, sum í høvuðsheitum er mannað við menningartarnaðum, spældi, og hetta komu tey sera væl frá.
Høvi var sjálvandi hjá teimum vitjandi at síggja allan bygningin og tær hugnaligu íbúðirnar, sum búfólkini koma at húsast í. Ein sera væl eydnað verkætlan, mundu tey flestu vera samd um.
Tað er Almannaráðið, sum er byggiánari, og Landsverk byggiharri á verkætlanini. Høvuðsráðgevar er Arkitektar 99, sum eisini hava teknað sambýlið. Aðrir ráðgevarar eru HMP Consult, PB Consult og KJ Elráð, meðan høvuðsarbeiðstakari er Kanjon. Inventartænastan vann útboðið um innbúgv, og hevur sostatt verið veitari av tí partinum.
Játtaðar vórðu 16,5 mió. krónur til verkætlanina, og hesin kostnaðurin hevur hildið. Arbeiðið hevur gingið væl, og sum áður nevnt er bygningurin nú liðugur og klárur at flyta inn í hjá búfólkum og starvsfólkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald