Mentan

Mykines: Tey fingu 555 súlur

...

2015-08-27 02:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Farnu nátt vóru tey í Mykinesi eftir súlu í Hólminum. Nógv fólk var við uml. 50 kvinnur og menn.

Tey fóru avstað um 20 tíðina í gjárkvøldið og vóru heima aftur kl. 11 fyrrapartin. Fongurin var góður, tey fingu 555 súlur, talið undanfarin ár hevur ligið millum 450 og 600 súlur, verður sagt úr Mykinesi.

Súlan var væl búgvin.

Veðrið var av tí fagrasta og lýtt var eisini í nátt, tó fingu tey eitt lítið æl um 3-tíðina, 

Myndirnar hevur Jórunn Elisdóttir Wang tikið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder