Politikkur

Mykines ongan góðan í Reyðu Samgonguni

...

2017-01-12 16:08 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyri trygdina, er neyðugt at gera ábøtur á lendingini í Mykinesi, men øll Samgongan, saman við Sjálvstýri og Miðflokkinum, feldu uppskotið frá Sambands- og Fólkaflokkinum.

Síðan privatir yvirtóku Mykinesleiðina, er ferðafólkatalið vaksi úr 2800 í 2005 til uml. 20.000 í 2016. Eitt ferðslulop, sum bert privat kunnu klára. Men trygdin á lendingini í Mykinesi má betrast.

Sørvágs Kommuna hevur saman við Landsverki kanna tvær verkætlanir, sum hava stóran týdning fyri tryggleikan hjá teimum, sum koma í land á oynni.

Onnur neyðug ábót er longdan bryggjukant, sum eisini gevur 80 kvm av tiltrongdum standiplássi til ferðafólk. Eisini verður rekkverk og ein kantstokkur fram við keiðini.

Hin ábótin er ein bakkaverja. Sørvágs Kommuna hevur fyri stuttum asfalterað Fjørudalsgøtuna og eftir stuttari tíð er riva komin í asfaltið. Fóturin niðri á hellini í gjónni gevur seg undan.

Í umsókn til Henrik Old, landstýrismann, við avritið til Fíggjarnevndina hjá Løgtinginum, hevur Sørvágs kommuna sent projekt, har hesar ábøtur kunnu gerast fyri sera sámiligan prís.

Men bæði landsstýrismaðurin og samgongumeirlutin í samgonguni vendu tummil niður. Vit, tingfólk úr Samband- og Fólkaflokkinum løgdu tí broytingaruppskot fram til fíggjarlógina, um at játtað 2,5 mió kr til neyðugu ábøturnar í Mykinesi.

Uppskotið var felt við 21 atkvøðum í móti og bert tey 12 tingfólkini hjá Sambands- og Fólkaflokkinum atkvøddu fyri.

Um samgongan ikki tekur stig til játtan, verður uppskotið lagt fram aftur av andstøðuni. Vit kunnu ikki liva við, at spurnartekin verður sett við trygdina í Mykinesi.

Eisini er vert at býta merki í, at undanfarna samgonga hevði játtað pening, so siglingin til Mykinesar var longd úr 4 upp í 5 mánaðir um árið. Hetta hevur Reyða samgongan eisini strikið, so Mykinesbúgvar hava aftur bert sjóvegis samband 4 mánaðir um árið. Segði nakar samhaldsfesti.

Jørgen Niclasen, tingmaður

Her bræv frá Sørvágs Kommunu: http://logting.fo/files/casestate/16403/019.16%20Skjal%20L.pdf

Her broytingaruppskot: http://logting.fo/files/casestate/16402/019.16%20Br.%2005%20til%203.vg.pdf

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder