Finn Hansen skrivar um Mykines-leiðina á Facebook:
Sum tey flestu vita, so siglur Jósup bara til Mykinesar frá 1. mei til 31. august.
Jósup hevur siglt fullfermdur av ferðafólki (88 fólk hvønn túr) næstan hvønn dag í alt summar, pluss fleiri eykaúrar.
Tann seinasta dagin Jósup sigldi til Mykinesar í summar, var hann eisini fullur av ferðafólki sum vanligt, og harafturat mátti hann gera ein eyka túr.
Dagin eftir (1. sept) var ikki longur møguligt hjá ferðafólki at sleppa til Mykinesar við báti, sjálvt um landið er fult av ferðafólki hesa tíðina av árinum. Ferðafólkini skilja jú ikki, hví tað ikki skal vera møguligt at sleppa til Mykinesar við báti í fínasta Harrans veðri, sum tað so ofta er í septembur mánað.
Hettar ger so tað, at ferðafólkini bíleggja tyrluna fleiri vikur frammanundan, soleiðis at vit sum hava hús í Mykinesi, hava sera trupult við at sleppa vestur.
Tað er næstan ókeypis at flúgva við tyrluni úr Vágunum til Mykinesar. Tað er 55 krónur bíligari at flúgva úr Vágunum til Mykinesar enn at taka ein taxa úr Miðvági til flogvøllin, so tað er einki at siga til, at tyrlan er fult bóka av ferðafólki alt summarið og heystið við. Hesi somu ferðafólk undrast eisini yvir, hví tað skal vera so bíligt at flúgva, og hví landið skal hava undirskot av hvørjum einasta ferðafólki sum flýgur við tyrluni.
Hví skal Mykines bara hava bátasamband 4 mánaðar um ári, tá allar hinar útoyggjarnar hava bátasamband fleiri ferðir um dagin -12 mánaðar um ári?? Hví kann Jósup ikki sigla inntil heystfrítíðin er av, soleiðis at ferðafólk, fjallmenn og vit sum eiga hús har vestri sleppa til Mykinesar, uttan at skula bíleggja pláss við tyrluni fleiri vikur frammanundan?
Er tað bara eg sum haldi hettar vera undarligt?
Jacup Reðin Leonssonhevur rikið vallaraheim í Mykinesi í fleiri ár. Hvat heldurJacup Reðinum hettar sum gongur fyri seg? Í 2015 finguJørgen NiclasenogKaj Leoskipa so fyri, at Jósup sigldi til Mykinesar í septembur mánað, men tað fekk hendan samgongan steðga.
Kanska mín góða vinkonaBjørt Samuelsen, sum situr í samgongu, fær loyst hettar problemið, soleiðis at Jósup fer at sigla inntil heystfrítíðin er av næsta ár.
Annars so mátti eg skaffa mær ein mann at sigla okkum vestur til Mykinesar við mínum egna báti, fyri at fáa takið liðugt nú í septembur mánað, tí tað var ómøguligt at skaffa nakra tyrlubilett.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald