Gøtan gjøgnum størsta lundaland í Føroyum verður nú umvæld, talan er um gøtuna sum gongurgjøgnum Lamba í Mykinesi.
Í samband við Ramsar ætlanina fyri Mykines, er nú farið í holt við at umvæla gøtuna, sum gongur gjøgnum lundalandið í Lamba, tað eru mykinesfólk og onnur vum á einhvønn hátt hava samband við Mykines saman við Sørvágs kommunu og landsmynduleikunum, sum eru farin í holt við arbeiðið.
Tað er Heini Heinesen, sum stendur fyri arbeiðinum, Heini hevur ferðast nógv til Mykinesar og átti eisini foreldur, sum búðleikaðust í Mykineshólmi í nógv ár, hann hevur ferðast nógv til Mykinesar og út í Mykineshólm.
Vit hava tosað við Heina, hann sigur, at hann saman við Bjarna Hansen í Mykinesi - sum báðir eru limir í Ramsarnevndini fyri Mykines - hava tosað nógv um økið í Lamba, har teir nú umvæla gøtuna. Heini legur áðherslu á, at umvælingararbeiðið verður gjørt, fyri at ferðafólk trygt kunnu ganga á gøtuni og órógva fuglin sum minst.
Heini sigur, at fyrsta stig av arbeiðinum verður ligut nú 9. mai, so verður ikki arbeitt aftur fyrrenn eftir ½ september - tí tá er fuglurin farin. ??tlanin er at gera gøtuna líka oman til Hólmsgjógv.
Heini hevur nakrar ungar raskar menn úr Havn við sær at gera arbeiði í Lamba - Heini undirstrikar, at uttan tyrluna hjá Atlantsflog og teirra dugnaligu fólk, so var ómøguligt at gera arbeiðið.
Les meira um Ramsarætlanina fyri Mykines HER:
Myndirnar hevur Magni Brøðraberg tikið, hann er við í arbeiðinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald