Politikkur

Musikkskúlin verður við Landavegin

...

2015-10-07 04:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Um ein musikkskúli skal byggjast í Havn í nærmastu framtíð, so skal hann byggjast har, sum hann sambært býráðssamtyktini er staðsettur og fyrireikaður, og tað er við Landavegin.

Í summar steðgaði verkætlanin upp eina løtu, vegna tess, at ynski varð sett fram um at kanna møguleikan at leggja musikkskúlan á Skálatrøð, nú ið Tjóðpallurin varð endaliga staðsettur at vera á Skálatrøð ??? og at samstarvið millum Tjóðpall og Musikkskúla kundi hugsast at fara at virka væl.

Nú ber tó til at staðfesta, at tað er ikki meiriluti í býráðssamgonguni fyri at flyta musikkskúlan oman á Skálatrøð, og tí skulu vit sjálvandi halda fast við gjørdar býráðssamtykir, og at fáa bjóðað verkætlanina út sum skjótast. Sjálv havi eg alla tíðina sagt, at staðsetingina í skúlaumhvørvinum við Landavegin er góð, fyri musikkskúlan og fyri skúlaumhvørvið. At flyta verkætlanina nú verður eisini munandi dýrari.

Játtan er sett av til endamálið. Og nú verður farið til verka at byggja nýggjan musikkskúla við Landavegin í Havn, soleiðis sum Býráðið hevur samtykt.

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder