Politikkur

Musikkskúli við Landavegin verður boðin út

...

2016-03-21 18:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tórshavnar Býráð hevur á seinasta býráðsfundi samtykt at taka undir við einum broyttum projekti til nýggjan musikkskúla, sum skal byggjast úti við Landavegin.


Bygginevndin fyri musikkskúlan hevur arbeitt víðari við málinum, eftir at ætlanin um at staðseta musikkskúlan á Skálatrøð varð endaliga slept. Í tøttum samstarvi við musikkskúlan og ráðgeva eru vit komin fram til eina verkætlan, sum lýkur treytirnar til musikkskúlavirksemi bæði í dag og frameftir.

Tað merkir m.a. at orkesturhølið er voksið, so at tað kann hýsa øllum orkestursamansetingum. Eisini er skúlabygningurin sjálvur voksin, soleiðis at bæði næmingarúm, lærarafyrireiking eins og inngongdir og durur verða rúmligari. Mett verður, at orkesturhølið, sum tað nú er ætlað, fer at lata upp fyri nógvum ymiskum virksemi, eisini fyri býin og allar borgarar í býnum.

Eg fegnist um, at endalig støða nú er tikin í Tórshavnar Býráði til eina verkætlan, sum lýkir allar treytir til ein góðan musikkskúla í Havn. Eisini er samtykt at bjóða verkætlanina út í høvuðsarbeiðstøku, tá ið tað er klárt til tess.

Og eg eri sannførd um, at staðsetingin við Landavegin, sum næsti granni hjá nýggja skúlanum Á Fløtum og Glasir fer at roynast væl. Hetta er útbúgvingar- og læruumhvørvi. Og tað er musikkskúlin eisini. Musikkskúlin veitir læring fyri lívið, eins og hinir skúlarnir ??? nøkur teirra fara víðari, og gerast tónleikarar og listafólk. ??ll hava tey sum ganga á musikkskúla fingið ein førning fyri lívið.



Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder