Politikkur

Munurin í kappingartreytunum er óhugnaligur

...

2017-11-10 17:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Almennu Bústaðir hava munandi betri kappingarfyritreyir enn tað privata. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna finst at privatum, tá hon heldur átti at tryggja javnar kappingarfyritreytir, fyri at tryggja, at verulig ferð kemur á bygging av leigubústøðum.

Vit vilja øll fáa fleiri leigubústaðir. Men tað almenna er ein stór forðing fyri meirbygging. Almennu Bústaðir hava óendaligar fyrimunir fram um privat, og tí hendir so lítið. ??jøvn kapping skapar kyrrstøðu.

Munurin í kappingartreytunum er øðiligur. Búðstaðir fáa ókeypis grundøki frá kommunum, meðan privat mugu rinda grundøkið. Í Tórshavn tosa vit um milliónir fyri grundøkið.

Bústaðir hevur almennar pengar og hevur avgjørt at 30% av byggikostnaðinum ikki skal forrentast. Tað merkir, at 30% av kostnaðinum ikki skulu rindast.

Lat okkum taka eitt dømi við aktuellari bygging av lestarbústøðum.

Á Finsen hevur kommunan latið grundstykki og bygningin fyri 1 krónu. Harafturat hevur kommunan bundi seg til at rinda uml. 16 mió. kr. fyri klimaskerm við meira.

Búðstaðir sleppur harumframt undan at rinda 30% av kostnaðinum, tí tað ornar teirra almenni pengakassi.

Í Marknagilið byggir sp/f Mark lestraríbúðir. Felagið hevur rinda milliónir fyri grundøkið og planering. Eingin stuðul frá kommununi og landið rindar ikki tey 30% av kostnaðinum, sum landið gerð fyri Bústaðir. Ein privatur má jú rinda kostnaðin og tað er bara leigarin at senda rokningina til. So kappingin er óhugnaliga ójøvn.

Almennu Føroyar, eisini Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, hava givið hesum nýggja felag, sp/f Mark sera ágangandi og negativa umtalu av projektinum.

Heldur átti landsstýriskvinnan at tryggja privatum somu sømdir, sum almennu Bústaðir fáa.

Tá høvdu privat kunna bjóðað munandi lægri leiguprís til tey lesandi og til onnur. Søgan hevur prógva, at privat duga betri enn tað almenna. Og tað mest eyðsýnda, tá hevði verulig gongd komi á bústaðarbygging.

Tað almenna er, við Bústøðum, størsta grundin til, at bústaðir mangla.

Jørgen Niclasen, tingmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder