Vinna

Munurin á Røkt og SEV

...

2016-11-28 07:29 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Røkt hevði tíðindaskriv í fjølmiðlunum 24, november, og hevði SEV svar uppá hetta tíðindaskrivið 26. november.

Yvirskipað sæð er munurin millum SEV og Røkt, tá tað snýr seg um veitingartrygd, at Røkt veitir grøna trygd, meðan SEV veitir dálkandi trygd. Henda støðan minnir um støðuna í 2003, tá SEV vildi vera við, at tað ikki bar til við vindorku í Føroyum, meðan Røkt var komið til øvugtu niðurstøðuna.

Nú 13 ár seinni er Røkt komið til, at til ber við grønari trygd í Føroyum, ið byggir á kenda, trygga og kappingarføra tøkni, sum gera okkum óheft av innfluttari olju og teimum sveiggjum, ið harav stendst, meðan SEV framvegis heldur seg til dálkandi trygdina.

Í tilgongdini hjá Røkt at koma hartil, sum komið er, hevur Røkt havt samskifti við lógarfestu myndugleikarnar, og fekk Røkt eitt ávegis loyvi til vindmyllu rikið pumpukraftverk í 2010, og sum var longt í 2015.

Eisini hevur Røkt havt eina røð av fundum við SEV um samstarv um útbúnað og savningarøki sambært elveitingarlógini.

Hvussu SEV so kann siga, at Røkt ikki hevur kunnað lógarfestu myndugleikarnar á økinum, ja tað skilja vit ikki.

Í 2003 tók myndugleikin stig til, at Røkt slapp at seta upp vindmyllur hóast pástandirnar hjá SEV um, at tað ikki bar til við vindmyllum í Føroyum.

Vit vóna, at lógarfestu myndugleikarnir ??? nú teir hava fullar heimildir á elorkuøkinum ??? lata Røkt fara undir pumpuverkætlanina, nú tað er við at vera komið á mál við kalkulatiónum og dokumentatiónum.

Einaferð enn - hví velja oljukraftverk fram um grøna, kenda og trygga tøkni, tá grøna orkan er kappingarfør og ikki hóttir samfelagsbúskapin, tá lági oljuprísurin aftur hækkar.

Vestmanna 27.11.2016

Spf Røkt

Johan í Niðristovu

SEV hevur sambært elveitingarlógini evstu ábyrgdina av veitingartrygdini og elgóðskuni í Føroyum, og hetta er ábyrgd, ið elfelagið tekur í størsta álvara. Hendan ábyrgdin kann ongantíð setast til viks, hóast SEV trýr fult og fast á sína egnu ætlan um 100 prosent grøna elorku á landi í Føroyum í 2030.

??tbyggingin av Sundsverkinum er ein liður í at røkja hesa uppgávuna til fulnar, tí Sundsverkið vil einhvørja tíð kunna veita øllum samfelagnum trygd fyri elveiting, eisini meðan vit arbeiða okkum fram eftir grønu kósini. Elstu og størstu motorarnir á Sundsverkinum fella fyri aldur, og tí er undir øllum umstøðum neyðugt at dagføra verkið nú.

Í Føroyum ber til at javnmeta Sundsverkið við tær íbindingar, sum londini á evropeiska meginlandinum hava við hvønn annan, har t.d. Danmark, Noreg, Svøríki og Týskland eru tiltakstrygd hjá hvørjum øðrum, tá ið elframleiðslan ikki gongur sum ætlað. Í Føroyum er og verður Sundsverkið okkara tiltakstrygd í nógv ár aftrat, tí vit eru ikki bundin í eina størri elskipan sum t.d. evropeiska elnetið.

Sama hvussu langt vit koma á grønu kósini, so er neyðugt at hava eina álítandi tiltakstrygd, ið tekur um endan, tá ið grønu orkukeldurnar í 2030 møguliga av einari ella aðrari orsøk, sum vit ikki kenna í dag, ganga fyri ella ikki eru nøktandi.

Vónandi sigur hetta alt um, hvussu stór ábyrgd hvílir á SEV, og at vit sjálvsagt ikki kunnu spæla ???hasard??? við tiltakstrygdini og harvið elveitingartrygdini. Tað er hinvegin púra ókeypis hjá Røkt at spæla sær við veitingartrygdina úti í almenna rúminum.

Røkt rør ??? enn einaferð ??? 13 ár aftur í tíðina, tá SEV sambært stjóranum í Røkt ikki vildi vindorku. Eg hevði ynskt, at Røkt hevði flutt seg hesi árini, tí tað gongur sjón fyri søgn bæði í Húsahaga, í Neshaga og aðrastaðni í elskipanini hjá SEV, at framgongdin hevur verið risastór seinnu árini.

Og jú, SEV vil pumpuskipan, men eisini henda verkætlanin skal gerast við skili. Í løtuni eru kanningar í gongd, eftir at SEV gjørdi fyrstu kanningarnar av slíkari skipan longu í 2003, og eftir at SEV hin 13. november 2013 sendi orkumyndugleikunum umsókn um pumpuskipan í Vestmannaøkinum.

Tað er løgið, at Røkt fer út í sjálvdrátti at viðgera eina nýggja verkætlan um pumpuskipan í Vestmannaøkinum, uttan at felagið hevur kunnað lógarfestu myndugleikarnar á økinum.

SEV fer nú at heita á stjóran í Røkt um at fáa fund í lag, soleiðis at elfelagið á ein meira seriøsan og sakligan hátt fær eina frágreiðing frá Røkt um verkætlanina ??? bæði tøkniliga og búskaparliga. SEV noyðist at viðgera hesa kunning nágreiniliga, áðrenn elfelagið kann siga sína hugsan um hesar nýggjastu ætlanirnar hjá Røkt.

Tórshavn, 25. november 2016
Hákun Djurhuus, stjóri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder