Munnligur fyrispurningurtilHøgna Hoydal, landsstýrismann
Viðvíkjandi stongdum leiðum á Føroyagrunninum.
1.Stórsti parturin av Føroyagrunninum hevur verið stongdur í áratíggju. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvat nyttu hesar steingingar hava gjørt?
2.??tlar landsstýrismaðurin at skipa vinnuliga royndarveiðu á stongdu økjunum fyri at síggja úrslitið av veiðibanni?
3.Í samband við, at landsstýrimaðurin umhugsar krav um rist í trolið hjá partrolarum, ætlar landsstýrismaðurin at lata stongdar leiðir upp samstundis?
Viðmerkingar:
Ofta verður spurnartekin sett við, hvussu stórir botnfiskastovnarnir á Føroyagrunninum eru. Hetta tí fiskiskapurin hevur verið lítil seinnu árini. Tað er tó ein sannroynd, at royndin á Føroyagrunnunum hevur verið sera lítil, ikki minst tí rættuliga stórur partur er stongdur fyri veiðu. Hesar steingingar hava verið í áratíggju og lítið er komi fram um nyttuna av hesum veiðibannum.
Nógvar steingingar eru gjørdar fyri at verja ungfisk. Undir viðgerðini av fiskidøgunum boðaði landsstýrismaðurin frá, at hann ætlaði at krevja rist í trolið hjá partrolarum. Um so er, má landsstýrismaðurin eisini lata leiðir upp. Rist sorterar fiskin á botnið og tá burdi friðing fyri ungfisk verið óneyðug.
Tórshavn, 17. oktober 2016
Jørgen Niclasen,
løgtingsmaður???
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald