Politikkur

Munnligur fyrispurningur til løgmans um Carles Puigdemont

...

2018-02-05 16:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Munnligur fyrispurningur til Axel Johannesen, løgmann

1. Hvørja støðu hevur Føroya løgmaður til, at ein tingmaður úr samgonguni hevur boðið katalonska loysingarleiðaranum Carles Puigdemont til Føroya á vitjan til várs?

2. ??tlar løgmaður at bjóða Puigdemont til almenna móttøku ella annað líknandi, meðan Carles Puigdemont er í Føroyum?

3. Hvussu er støða Føroya í ríkisfelagsskapinum, um Føroyar alment bjóða Puigdemont til fundar?

4. Kemur hendan vitjanin at ávirka støðuna millum Føroyar og Spania og kann vitjanin ávirka føroyska útflutningsmarknaðin í Spaniu?

Tá fólkatingsmaðurin og løgtingsmaðurin fyri Tjóðveldi Magni Arge beyð Carles Puigdemont á vitjan í Fólkatinginum, vóru nógvir danskir politikkarar misnøgdir við hesa vitjan. Høvuðsorsøkin var, at teir mettu, at viðurskiftini Danmarkar og Spaniu ímillum kundu versna. Magni Arge hevur boðað frá, at hann hevur boðið Carles Puigdemont til Føroya á vitjan í vár. Líknandi spurningar gera seg galdandi í Føroyum. Tí eigur løgmaður at greiða frá støðu síni og samgongunnar, serliga tí innbjóðarin er partur av samgonguni og kann soleiðis sigast at umboða samgonguna og harvið landsins leiðslu. Spania hevur í mong ár verið ein týðandi útflutningsmarknaður fyri føroyskar fiskavørur. Kunnu slík sambond skalast, um vit við hesi vitjan koma í ónáðir hjá stjórnini í Madrid, eru tað nøkur, ið spyrja. Onnur halda, at fólkaræði og fólkarættur eru hátt hevjað yvir drúgv handilssambond. Løgmaður eigur Føroya vegna at hava greiða støðu til hesar spurningar.

Bill Justinussen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder