Politikkur

Munnligur fyrispurningur til Høgna Hoydal landstýrismann í fiskivinnumálum

...

2016-10-18 16:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

· Hvørjar ætlanir hevur landstýrismaðurin at ???kalibrera, samanlíkna??? veiðiorkuna hjá havransóknarskipinum Magnus Heinasyni við annan trolara, meðan Magnus enn er í drift.

· Eitt stórt útboð er av nærum nýggjum veitingarskipum sum er løgd, tí útboðið er størri enn eftirspurningurin. Hevur landstýrismaðurin hugsa møguleikan, at keypa eitt nútímans veitingarskip til havransóknir, um hóskandi skip kann fáast fyri ein bíligan pening.

Viðmerkingar

Magnus Heinason hevur sæð sínar bestu dagar og er als ikki tíðarhóskandi sum havransóknarskip.

Oljuvinnan er í kreppu, av lágu oljuprísunum. Nógv feløg, ið hava gjørt stórar íløgur í hesa vinnu og bygt ein stóran flota av nútímans veitingarskipum, eru komin í svára kreppu. Leitingarvirksemi er nógv minkað, og útboðið av hesi tænastu alt ov stórt.

Tað ljóðar, at ein rúgva av veitingarskipum eru løgd í Noreg, og at hesi kunnu fáast fyri sera góðan prís áleið 15 til 30% av byggikostnaðinum, hóast tey bert eru ca. 5 ára gomul.

Tað ljóðar, at alivinnan hevur víst áhugað og gjørt brúk av hesum møguleikanum.

Um tað ber til fyri ein rímuligan pening at umbyggja og tillaga eitt veitingarskip til havransóknir, er talan um eina vinn-vinn støðu og vit hava møguleikan at spara nógvan pening.

Tí verður hesin spurningur settur landstýrismanninum í fiskivinnumálum.

Kári P. Højgaard

løgtingsmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder