Politikkur

Munnligur fyrispurningur til Henrik Old

...

2017-09-25 09:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Munnligur fyrispurningur til Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum

1. Hvussu nógvir bilar koyra í miðal eftir vegnum til Funningsfjarðar býtt upp á tunga ferðslu og persónbilar?

2. Hvussu trygga metir landsstýrismaðurin farleiðina at vera?

3. Hevur landsstýrsimaðurin ætlanir um at breiðka vegin?

4. Hvussu nógv kostar tað at breiðka vegin?

Vegurin til Funningsfjarðar, sum er vegastrekkið, har vegurin fer frá høvuðsvegnum Millum Fjarða norður til Funningsfjarðar, er einsporaður vegur. Seinastu árini hevur alsamt meiri ferðsla tikið seg upp á vegastrekkinum. Høvuðsorsøkirnar eru stórt vinnuvirksemi bæði innan aling og plattaframleiðslu, umframt er ferðavinnan voksin munandi, har serliga forkunnugu bygdirnar Elduvík og Gjógv verða nógv vitjaðar. Alt hetta ber við sær, at nógv tung ferðsla dagliga er á vegnum, bæði lastbilar, trailarar og ferðafólkabussar. Tað eru ikki góðar umstøður at møtast á vegnum, tí vegøkslin er illa egnað til tungar bilar. Serliga í vetrarhálku kann vandi vera á ferð. Fyri fólkið og vinnuna á staðnum umframt ferðavinnuna er tað av stórum týdningi at breiðka vegin, og hevur tað tí stóran áhuga at vita, hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur.

Bill Justinussen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder