Munnligur fyrispurningur til Hendrik Old landstýrismann í samferðslumálum
viðvíkjandi flutningi av olju í tunnum og flutningskostnaði annars til útoyggj
· Kann landstýrismaðurin stutt greina, hvussu langt er komið við ætlanum, at allur flutningur av olju í tunnum til útoyggjarnar, verður søga.
· Kann væntast, at byggitilfar til útoyggj eisini verður fevnt av flutningsstuðli.
· Fer landstýrismaðurin, at ganga áheitanini frá ??toyggjafelagnum á møti, um at endurskoða reglurnar, so bara fólk sum eru fastbúgvandi á útoyggj fáa flutningsstuðul.
Viðmerkingar Nú eru ár liðin, síðan tað eydnaðist at fáa avtalu í lag millum Innlendismálaráðið, Skúvoyar Kommunu, SEV og oljufelagið Magn um, at borgarar í Skúgvi kundu fáa olju úr tangunum hjá SEV og at oljan bleiv koyrd út til húsini við akfari og tanga, har landið stuðlaði keypinum og orkufelagið og kommunan veitti tænastuna.
Líknandi skipan skuldi setast í verk í Mikinesi, og í 2013 var komið væl áleiðis við hesi ætlan, men enn er tænastan ikki endaliga farin at virka.
Næst á listanum skuldu Fugloy og Svínoy síðan standa fyri tørni.
Avbjóðingarnar eru stórar á útoyggj og fólkatalið minkar. Tað er uppgávan hjá tí almenna bøta um viðurskiftini og lætta um gerandisdagin hjá øllum borgarum landsins, har tað ber til. Tað tykist sum stígur er komin í ætlanina, at burturbeina oljuflutningin í tunnum. Tí verður spurningurin settur landstýrismanninum.
Kári P. Højgaard
løgtingsmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald