Vinna

Munnligur fyrispurningur til Heðin Mortensen, landsstýrismann í samferðslumálum

...

2019-02-13 12:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Munnligur fyrispurningur til Heðin Mortensen, landsstýrismann í samferðslumálum

  1. Hví er avtalan millum Samferðslumálaráðið og Tórshavnar kommunu um innkomuvegin til Tórshavnar frá 7. oktober 2016 ikki løgd fyri Løgtingið til góðkenningar?
  2. Eigur avtalan ikki at verða góðkend í Løgtinginum sum skjótast, tá hon longu 27. oktober 2016 varð einmælt góðkend av Tórshavnar kommunu?
  3. Eru nøkur serlig viðurskifti, ið hava seinkað ella forðað landsstýrismanninum at fáa góðkenningina avgreidda í Løgtinginum?
  4. Nær kann væntast, at henda avtala verður góðkend í Løgtinginum, so hon kann verða framd og gjøgnumførd, soleiðis sum bæði landsstýrismaðurin og borgarstjórin hava skrivað undir uppá?
  5. Ber til at lata Eysturoyartunnilin upp fyri almennari ferðslu, um ikki øll neyðug viðurskifti kring innkomuvegin til Havnina eru avgreidd áðrenn?

Hendan fyrispurningin setti Heðin Mortensen undanfarna landsstýrismanni Henrik Old í apríl í fjør. Henrik Old gav Heðini Mortensen eitt greitt svar, sum staðfesti, at avtalan eigur at samtykkjast av Løgtinginum umvegis fíggjarjáttan og verklagslóg. Hóast Heðin Mortensen sostatt er sera væl vitandi um, at bæði verklagslóg og fíggjarjáttan krevjast, hevur hann sett arbeiðið í gongd at fremja verkætlanina.

Tí eigur Heðin Mortensen nú at fáa høvi at svara sínum egna spurningi.

Bill Justinussen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder