Politikkur

Munnligur fyrispurningur til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu

...

2016-09-19 23:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Munnligur fyrispurningurKristinu Háfoss, landsstýriskvinnu

1.      Hvussu stórvóru úrslitini av rakstri landskassans ??? løgur ikki íroknaðar ??? árini 2012,2013, 2014 og 2015?

2.      Hvussu stórtvæntar landsstýriskvinnan, at úrslitið av rakstri landskassans ??? løgur ikkiíroknaðar ??? verður fyri árini 2016 og 2017.

3.      Hvussu stórtheldur landsstýriskvinnan, at avlopið av rakstri landskassans ??? løgur ikkiíroknaðar - eigur at vera, nú tíðirnar eru betri enn nakrantíð?

 

Seinastu árini hevur stórframgongd verið í føroyska búskapinum. Framgongdin gjørdi tað møguligt at lyftarakstur landskassans frá stórum halli til avlop. Men stór hall eru fíggjað viðlántøku, og tí eigur tað almenna í góðum tíðum at hava alvop, sum megna atgjalda aftur lántan pening. Landskassin hevur seinastu mongu árini átikið særat vera konjunkturjavnandi. Við at halda fast um almennu vælferðartænasturnarog harvið útreiðslur landskassans í búskaparligum fellistíðum, hevurlandskassin tikið ringastu nosini av hóttandi kreppum. Prísurin er økt almennskuld. Tá vit nú hava búskaparliga framgongd, eigur landskassin at hava avloptil at gjalda skuld aftur við. Tí er umráðandi, at avlopini av rakstrilandskassans støðugt vaksa við tí endamáli at gjalda niður almenna skuld.

 

Bill Justinussen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder