Munnligur fyrispurningur til Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum
1. Hvussu nógvir bilar, lastbilar og bussar koyra til og frá Havnini úr norðurøkinum (Eysturoy og Norðoyggjar) um árið.
2. Hvør er eftir meting landsstýrismansins árligi kostnaðurin av hesi ferðslu alt íroknað?
3. Hvussu stóra metir landsstýrismaðurin ferðsluna at verða í Eysturoyartunlinum?
4. Hvør verður prísurin á øllum leiðum í Eysturoyartunlinum?
5. Nær verður koyrandi ígjøgnum Eysturoyartunnilin?
Verkætlanin at gera Eysturoyartunnilin gongur eftir ætlan. Síðani samlaða verkætlanin Eysturoyar- og Sandoyartunnilin varð samtykt av einum samdum Løgtingi, hevur føroyska samfelagið verið í rívandi menning. Talið av bilum slær nú øll met, og hugurin at koyra á føroysku vegunum bara økist. Fyrstu útrokningarnar aftanfyri verkætlanina vístu, at talan er um eina skilagóða íløgu fyri føroyska samfelagið. Áhugavert er at vita, um útrokningargrundarlagið er broytt ájavnt við framgongdina í samfelagnum. Eisini hevur tað áhuga at vita, um ætlaði prísurin fyri at koyra ígjøgnum tunnilin heldur ella um broytingar eru. Tað er verandi ferðsla millum norðurøkið (Eysturoy og Norðoyggjar), sum er fíggjarliga grundarlagið undir verkætlanini. Tí er áhugavert at kenna ferðslutølini og útrokningarnar ídag.
Bill Justinussen, løgtingsmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald