Politikkur

Munligur fyrispurning um at ala krækling

...

2016-12-07 08:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyrispurningur um hvussu nógv loyvir eru givin at ala krækling kring landi

Kári P. Højgaard,løgtingsmaðurferð á tingfundinum í dag at seta Poul Michelsen, landsstýrismanni í vinnumálum, munnligur fyrispurningur til Poul Michelsen, landstýrismann í vinnumálumum:

hvussu mong loyvi eru givin at ala krækling kring landið og hvar?

Eisini spyr hann hvussustórur áhugi fyri hesi vinnu, hvussu nógvar umsóknir bíða eftir svari.

Um ja, hvussu long er viðgerðartíðin, nær kann væntast svar.

Er frøðin/vitanin í Føroyum samd við niðurstøðuni, at kræklingur er umhvørvisvinarlig aling, verður ikki fóðrað, etur laksalúsayngul og tekur biomassan úr sjónum.

Viðmerkingartil fyrispurningin

Alivinnan er ein sólskynssøga og er ein høvuðsorsøkin til, at tað gongst so væl í landinum. Vit eiga altíð at stremba eftir at fáa eina so fjøltáttaða vinnu sum gjørligt, og seinnu árini hevur "føroysk framleidd matvøra" staðið seg vælkappingini, og verið ein liður i menningini, at marknaðarføra Føroyar og føroyska mentan.

Um kanningar til aling av kræklingi uttanlands eru eftirfarandi, so reinsar kræklingursjógvin og tekur laksalúsayngul. Tað verður spennandi at fáa niðurstøðuna hjá landstýrismanninum, um aling av kræklingi og laksi kunnu virka samskipað. Um so er, kunnu vit á henda hátt menna eina nýggja vinnu og samstundis betra um møguleikarnar fyri laksaalingini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder