Henrik Old tók ætlaðu Nólsoyarferjuna av íløguætlanini, brúkti peningin at keypa ein kontórbygning fyri og situr nú í saksinum.
Henrik Old landsstýrismaður, hevur í longri tíð arbeitt við at landið skal keypa ein lítlan ferðafólkabát. Hetta er burturvið, tí fleiri bátar av hesum eru í landinum. SSL kann leiga hesar, tí allir hesir bátar hava nógva tíð á árinum, har teir ikki verða nýttir.
Trupulleikin hjá SSL og Henrik Old er, at okkum vantar eina bilferju afturat. So høvdu vit altíð havt avloysara til Sandoyar-, Nólsoyar- og Kallsoyarleiðini. Eisini høvdu vit havt tvær bilferjur at seta inn á Sandoyarleiðina tær tíðir, tá ferðslan er stór. Tað er tiltrongt.
So míni ráð eru, at landið útvegar sær eina bilferju afturat og gloymir alt um at keypa ein lítlan ferðafólkabát.
Jørgen Niclasen, form. Fólkafloksins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald