Ítróttur

MS Freestyle vitja til Adidas Summar Cup

...

2015-07-06 15:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leygardagin 11. juli 2015 skipar B36 aftur fyri Adidas Summar Cup 2015. Undirtøkan til kappingina hevur verið avbera góð og næstan 100 lið hava melda seg til í aldursbólkunum frá U6 til U16.


Í samband við kappingina, so verður forkunnug vitjan úr Danmark, tá Lars Munck og Simon Larsen frá www.msfreestyle.dk vitja í Føroyum. Teir báðir hava vunnið gull og silvur í DM í Freestyle fótbóltið og hava eisini luttikið í HM.

Teir koma í samband við setanina til Adidas Summar Cup at hava eitt freestyle fótbóltsshow. Aftaná tað, so verður ein workshop á skránni, har allir luttakarar í kappingini hava møguleika at læra nøkur tricks frá teimum báðum. Hetta verður á økinum við NO12 á Tórsvølli.

Nógv spennandi verður tí á skránni leygardagin, tá B36 aftur bjóða til Adidas Summar Cup, m.a. kemur kendi barna- og ungdómssangarin Beinir eisini at spæla.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder