Vinna

MRCC: Syrgið fyri at hava útgerðina í lagi

...

2019-03-17 08:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Tíðliga seinnapartin í gjár sendi løgreglan eina eftirlýsing út eftir einum 53-ára gomlum manni, sum seinast var sæddur klokkan 17:39 fríggjakvøldið tá ið hann fór av Borðoyarvík við bátinum hann hevði keypt. Eingin hevði hoyrt ella sæð nakað til mannin eftir tað, og tí fór ein stór leiting í gongd tíðliga seinnapartin í gjár.

Bert ein góðan tíma seinni kundi grótbáturin Siri boða frá, at báturin var funnin úti við Glyvursnes, og at maðurin hevði tað gott.

Báturin hevði fingið motortrupuleikar og hevði síðani rikið fyri vág og vind.

Hendingin í gjár var tó ikki tann fyrsta har leiting verður sett í gongd seinastu dagarnar.

Fyrradagin fór Sverri at leitað eftir einum báti, sum hevði fingið motortrupuleikar vestur úr Sandoynni. Maðurin visti ikki júst at siga sær hvar hann var, og eftir at Sverri hevði leitað leingi fann hann bátin. Teir fingu samskift umvegis VHF.

Meðan Sverri er á uppgávuni vestur úr Sandoynni komu eini onnur boð inn til MRCC. Ein maður umborð á einum útróðrarbáti ringdi inn og segði at hann var dottin og eingin streymur var á bátinum, og eftir tað var heldur eingin streymur á telefonini. Vón bleiv alt fyri eitt send av Eiði at leitað, og bjargingartyrlan var biðin um at vera standby. Vón fann bátin tí maðurin á útróðrarbátinum blinkaði við lummalykt.

Sambært portal.fo so segði vakthavandi á MRCC hetta í gjár: "- VHF skal eftirhyggjast við jøvnum millumbili, og fólk skulu syrgja fyri altíð at hava nóg nógvan streym á telefonini, áðrenn farið verður út, so tey kunnu seta seg í samband við MRCC antin umvegis radio ella telefon".

Á heimasíðuni hjá MRCC standa hesar leiðbeiningar

1. Siglið ikki ávirkaði.
2. Siglið ikki troytt og móð.
3. Havið kravda bjargingarútgerð umborð.
4. Minnist til, at VHF rás 16 er neyðrásin, og eigur at verða nýtt, tá ið á stendur. Tí skal rás 16 altíð standa opin og fartelefonin eigur at koma í aðru røð.
5. Roynið radioútgerðina við jøvnum millumbilum. Kallið Tórshavnradio til eina radioroynd, endið kallið við at siga, hvørji rás tit eru á. Tað er ókeypis at gera radioroyndina.
6. Nýtið vit og skil og góðan sjómansskap.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder