
Nú lata vit dyrnar upp í ljósmøðrahúsi okkara og vilja tí fegnar bjóða tær til móttøku fríggjadagin 24. november kl. 14. Vit halda til í Jákupsstovu, Jóannesar Paturssonar gøta 24 í Havn.
??ll eru hjartaliga vælkomin at síggja hølini, fáa eitt hugnaligt prát og njóta eitt glas av fosturboblivatn við boppukøkum afturvið.
Eitt sindur um Ljósmøðrahúsið
Vit í Ljósmøðrahúsinum eru Bjørt, Rannvá og Annika. Vit veita ljósmøðratænastu til føroyskar barnakonur og teirra familjur. Tað er at geva íblástur, vegleiðing og stuðul í samband við tað, at vera við barn og mennast sum familja. Bygt á okkara ljósmøðrakunnleika bjóða vit samrøður, kanningar, undirvísing, viðgerð og tiltøk. Vit bjóða eitt fjølbroytt tilboð, sum tekur støði í tørvinum hjá tí einstøku kvinnuni og hennara familju.
Lyklaorðini eru tíð, nærvera, og hjartarúm
At gerast foreldur er ein stór spennandi kærleiksgáva. Og samstundis ein av lívsins størstu avbjóðingum, har nýggir førleikar og íborin styrki koma undan kavi.
Vit brenna fyri at stuðla tí at gerast foreldur. Tað er hjartamál okkara, og við eldhuga, fylgiskapi og nærveru vilja vit hjálpa foreldrunum at finna lagið í teirra heilt serstøku familju.
??ll eru hjartaliga vælkomin!Bjørt, Annika og Rannvá
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald