Vinna

Móttøka í FK í Miðvági

....

2016-11-28 16:35 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Í sambandi við, at Álvur Samuelsen hevur sagt upp sum deildarstjóri í Keypssamtøkuni í Vágum og Jóan Petur Joensen tekur við, verður móttøka í FK- handlinum í Miðvági mikudagin 30. november ímillum kl. 15.00 og 17.00.

Álvur hevur starvast í Keypssamtøkuni í 31 ár og ynskja vit at takka honum fyri gott og trúfast arbeiði, somuleiðis ynskja vit honum góða eydnu í nýggja starvinum.

Jóan Petur er 37 ára gamal og hevur starvast í FK Hoyvík í 10 ár. Hann er eisini útlærdur hjá okkum. Seinastu árini hevur hann verið leiðari fyri Teldubúðirnar hjá Føroya Tele í Tórshavn, Miðvági og Skopun. Vit ynskja eisini honum góða eydnu í nýggja starvinum.

??ll eru vælkomin at heilsa uppá teir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder