JN

Móttøka í dagtilhaldinum Virkni í Miðvági

...

2015-10-31 04:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í dag, tann 30. oktober 2015, hevur móttøka verið í dagtilhaldinum Virkni, sum nú er flutt í niðastu hæddina í Miðgarði í Miðvági.


Stúgvandi fult av fólki var samankomi. 

Børnini í barnagarðinum byrjaðu hesa sera hugnaligu løtuna við at syngja nakrar sangir. Síðani blivu tríggjar røður hildnar. Leiðarin fyri Heimatænastuni í Vágum, Halldis Joensen tók fyrst orðið, síðani var tað leiðarin á Miðgarði, sum segði nøkur orð og til seinast, forkvinnan í pensionistafelagnum í Vágum, Lydia Laksafoss sum tók orðið.

Har var harmonika og guittarspæl og góður felagssangur.

Boðið varð til drekkamunn, við smyrjibreyðið og heimabakaðum køkum og til seinast vóru tað starvsfólk á Sýnini sum trivu í ein góðan.

niðanfyri verða røðurnar og myndasavn lagt. 

Talan hjá Halldis Joensen

























Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder