2016-01-06 02:01
Í samband við at Pætur Clementsen avloysir Petur Simonsen í starvinum sum tekniskur stjóri í FSF, verður skipað fyri almennari móttøku í FSF-húsinum fríggjadagin 8. januar kl. 16:00
Á nýggjárinum fekk Fótbóltssamband Føroya nýggjan tekniskan stjóra. Nýggi maðurin í starvinum er Pætur S. Clementsen.
Pætur avloysir Petur Simonsen, ið hevur røkt starvið síðani september 2010, men sum nú leggur frá sær vegna aldur.
Í hesum sambandi verður skipað fyri almennari móttøku í nýggja FSF-húsinum fríggjadagin 8. januar frá klokkan 16:00 til 17:30. ??ll eru hjartaliga vælkomin.
Fótbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald