Ítróttur

Móttøka fyri A-landsliðnum hjá kvinnum á flogvøllinum

...

2017-06-12 15:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í samband við at A-landsliðið hjá kvinnum í vikuskiftinum vann á bæði Grikkalandi og Finnlandi, og harvið spældi seg í undankappingina til EM 2018, skipa vit fyri eini lítlari móttøku í kvøld á flogvøllinum í Vágum, tá kvinnurnar koma kl. 19.45 við flogfarðinum hjá Atlantic Airways úr Keypmannahavn.

Hetta er ein týðandi varði á leiðini hjá føroyskum hondbólti, og A-landsliðið hjá kvinnum fær nú regluligar úti- og heimadystir komandi árið.

Vit bjóða ein kop av kaffi og okkurt afturvið, nøkur orð verða søgd, og høvi verður at práta við og heilsa uppá venjarar og leikarar.

??ll eru vælkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder