Vinna

Móttøka - 47 ára starvsdagur í Eik Banka

...

2017-01-16 20:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í sambandi við, at Dánjal Joensen fer frá fyri aldur síðst í januar, verður almenn móttøka í høvuðssætinum í Eik Banka.

Tá hevur Dánjal samstundis arbeitt í Føroya Sparikassa/Eik Banka í góð 47 ár.

Dánjal fór í læru í Føroya Sparikassa 16. januar 1970, 19 ára gamal. Hesi 47 árini hevur Dánjal arbeitt innan nógv ymisk øki í bankanum. Hann hevur m.a. verið deildarleiðari á deildum í Suðurstreymoy og eitt skifti eisini starvsfólkaleiðari.

Móttøkan verður fríggjadagin 20. januar kl. 15.00 - 17.00, Yviri við Strond 2 í Havn. ??ll eru vælkomin!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder