JN

Móttøka 18. mai í Kongagøtu 8

...

2018-05-11 09:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Umbyggingin av ovaru hæddunum í Kongagøtu 8 er um at vera liðug, og tískil verður móttøka fríggjadagin 18. mai 15.00-17.00.

Ymiskt verður á skránni m.a. talur, tónleikur og lekkur drekkamunnur.

Skjólið heldur til í niðastu hæddini, og nú eru so ovaru hæddirnar umbygdar og við at vera klárar. Her koma kontór, viðtalurúm og bólkaviðgerðarrúm hjá fyribyrgingardeildini og DAT-viðgerðini at vera.

DAT-viðgerðin er ein partur av blákrossheiminum og verður í miðhæddini, meðan fyribyrgindardeildin verður í ovastu hæddini.

??ll eru hjartaliga vælkomin í Kongagøtu 8 fríggjadagin 18. mai 15.00-17.00

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder