Politikkur

Motorar eru til fyri at brúka

...

2016-07-13 09:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Illgrunin ið eg hevði er nú staðfestur av rakstrarleiðaranum á SSL.

Manningin hevur fingið boð um at halda seg til 30 minuttir siglingstíð. Ivist stórliga um hetta er sannleikin, tí tað eru teir fægstu túrarnir ið halda hesa siglingstíð frá lagt verður frá landi, til klárt er at koyra í land. Rakstrarleiðarin gongur lætt um sannleikan.

Koma seinkingar í, vegna nógv ferðafólk og bilar, so sleppir manningin ikki at koyra á motorarnar fyri at fáa seinkingarnar inn aftur. Harraboð av Tvøroyri.

Hetta hoyrir ongastaðni heima, og hetta er at taka manningina av ræði, sum roynir sítt allarbesta at halda ferðaætlanina hjá Teistanum.

At SSL brúkar altjóða avtalur um orkunýtslu sum argumentatión fyri at geva manningini harraboð um at spara olju umborð er at undirmeta manningina, og at halda okkum sum brúka farleiðina fyri turra rukku.

Motorarnir á Teistanum skulu brúkast til at fáa eventuellar seinkingar vegna nógva ferðslu innaftur. Manglar í við tíð, skulu motorarnir koyra við fullari ferð, fyri at halda ferðaætlanina. So mugu undanførðslurnar hjá SSL víkja.

Teistin hevur klára at hildið ferðaætlanina árini frammanundan, og tað skal hann eisini nú, tað er eitt krav.

Ført verður fram, at nú skal manningin enntá standa við stoppuri og registrera sekundini ið brúkt verða til siglingina, fyri at fáa fatur í hagtølum.

Tað gevur onga meining fyrst at geva harraboð um at spara olju og sigla spakuliga, fyri síðani at brúka tølini til hagtøl. Bið heldur manningina um at koyra so nógv á motararnar sum gjørligt, og gerð so hagtøl, tí so verður ríkiligt av tíð, og vit fáa fleiri túrar á farleiðini.

SSL er úti á einum skráplani fyri tíðina, har man niðurlagar tænastuna á Sandoyarleiðini.

Nú er nokk. ??tlar man at taka túrar burtur av eini farleið har tað dagliga standa 10-40 bilar eftir á keini, so er ovboðið.

Motorarnir eru til fyri at fáa ferð á, og teir skulu brúkast fult út til endamálið ið teir eru ætlaðir til.

Vónandi tekur landsstýrismaðurin Hendrik Old í herðatoppin á SSL, og fær hesi fólkini at skilja álvaran í støðuni.

Brandur Sandoy, Borgarstjóri á Sandi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder