Politikkur

Mótmælisgongan hjá nólsoyingum fríggjadagin 11. mai

....

2018-05-10 10:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Bjarni Djurholm skrivar á Facebook:

Í stuttum er málsgongdin henda:

Longu á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008 var Nólsoyarferjan á íløgukarminum - aftaná at havnalagið var útbygt í Nólsoy, men aftaná valið 2008 varð ferjan strikað av CHE-samgonguni.
Fíggjarkreppan kom og seglini vórðu repað. ABC-samgongan avráddi tí at dagføra Ternuna til siglingina um fjørðin.
Borgarliga samgongan frá 2011 til 2015 setti sær so fyri at byggja nýggja ferju, og við støði í ferjutekningunum frá 2007 bleiv nýggja ferjan skitsuprojekterað.
Í 2013 bleiv verklagslógin samtykt í Løgtinginum.
Aftaná fyrireikingar og endaliga projektering bleiv ferjan boðin út í 2015, men aftur hesaferð datt hon niðurfyri, tá verandi samgonga tók við 14. september 2015.
Henrik Old og henda samgongan boðaði um ársskiftið 2015/2016 frá, at eingin ferja bleiv bygd, heldur einki avloysaraskip skuldi fáast til vega.
Tí er støðan nú so út av lagi - til stóran ampa fyri leiðina um fjørðin og vantandi virðing fyri nólsoyingum í síni heild.
Var Nólsoyarferjan bygd, so vóru eingir av verandi ótolandi trupulleikum aktuellir hjá nólsoyingum. Somuleiðis á øðrum útoyggjafarleiðum hjá SSL.
Spurningur er eisini, hví ??toyggjafelagið ikki mótmælti, at verandi samgonga slepti verkætlanini at byggja Nólsoyarferjuna? Er politiska skeggið ov nær høkuni har?
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder