Møtið upp í tinginum!
Við hesum fari eg at heita á allar fiskimenn,
sum eru heima, um at møta fjølmentir í Løgtinginum í morgin, tá uppskotið um at
hækka tilfeingisgjøldini á uppsjóvarfisk er til viðgerðar.
Tað verður sagt, at tilfeingisgjald verður lagt á vinnuna, men vit vanligu
fiskimenn rinda jú okkara stóra part ??? svarandi til sáttmálaásetta
býtisprosentið ??? so hetta er í eins stóran mun ein fiskimannaskattur, og tað er
eitt avgjald á vinnuna.
Eg sigli sjálvur við uppsjóvarskipi, havi góða inntøku og havi heldur onki
ímóti at rinda mín part til felags kassan. Veruleikin er bara tann, at tað hava
eg og aðrir fiskimenn í uppsjóvarflotanum longu gjørt í ríkiligt mát við
verandi tilfeingisgjaldi.
Tað verður so nógv rópt upp um flatskatt, og eg skal eisini vera tann fyrsti at
ynskja hann bæði niður og norð, tí hann er helst beinleiðis orsøkin til, at
samgongan sjálv kennir seg noydda at áseta tilfeingisgjald at seta í staðin
fyri manglandi skattakrónurnar.
Eg eri rættiliga vísur í, at um flatskatturin ikki var settur í verk, so var
sitandi, borgarliga samgongan heldur ongantíð farin at tosa um tilfeingisgjald.
Nú kann eg bara staðfesta, at meira enn helvtin av míni løn enn fer til skatt,
arbeiðsmarknaðargjøld og onnur gjøld ??? umframt tilfeingisgjaldið!
Í fjør fóru umleið 100.000 krónur av míni hýru til tilfeingisgjaldið. Um vit
spæla, at eg eisini fái fullan ágóða av flatskattinum, so kann hann sambært
úttalilsunum hjá samgonguni sjálvari ikki hava verið meira enn 8.000 krónur um
mánaðin ella 96.000 fyri árið ??? tað var maksimali skattalættin hjá tí einstaka,
segði fíggjarmálaráðharrin, tá lunnar vórðu lagdir undir flatskattin. Ein
vánalig forrætning fyri meg má sigast, og tá eru aðrir fiskimenn, ið havi
goldið nógv meira enn eg í tilfeingisgjaldi.
Við øðrum orðum hevur uppsjóvarflotin so væl og virðiliga einsamallur fíggjað
flatskattin bara við tilfeingisgjaldinum, sum bara tey háløntu á landi fáa
ágóðan av ??? eitt nú politikarar og búskaparfrøðingar.
At enda vil eg bara enn einaferð heita á allar fiskimenn um at møta upp í Løgtinginum
í morgin, mikudagin 28. mai, og siga okkara kosnu
politikarum sína hjartans meining og annars vísa teimum okkara ónøgd, um teir
ætla at stramma avgjalds-tummilskrúvurnar á okkum enn eitt vet ??? væl vitandi,
at tað frammanundan eru vit, ið gjalda fyri ballið.
Mortan Berjastein
nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald