JN

Mortan: Skili skili

...

2015-08-24 13:25 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eftir at Føroya Fiskimannafelag lýsti mynstringarbann fyri limir sínar, at mynstra við flutningsskipum, tí sáttmálaviðurskiftini eru ikki í lagi, hevur verið kvirt, ongin hevur hoyrt eitt orð frá hvørgum av pørtunum, helst tí tað er valfepur í øllum miðlum.

Í hesum føri er talan um skip, sum ongi fiskirættindi behøvast at hava, tey eru bara jú flutningsskip. Í mongum føri eru tað somu eigarar, sum eiga flutningsskipið og tað/tey skip, sum eiga kvotuna, sum skal fiskast til hetta góða flutningsskip at føra. Í Onkrum føri er talan um tvey ymisk reiðarí.
Trupulleikan við hvussu teir skulu býta veiðuna til manningarnar, 27 prosent, og sínamillum tað ið eftir er at býta, finna teir ikki útav, og vilja nú hava manningarfeløgini at loysa teupulleikan.

Lat meg tí sláa fast, at reiðarnir eiga alla "æru" fyri at tað í dag er lýst mynstringarbann við flutningsskipum.

Tað einasta Føroya Fiskimannafelag hevur kravt, er at reiðarnir halda galdandi sáttmála fyri parteolaraflotan. Partrolaraflotin, sum eigur kvotuna, skal fiska og leverað til flutningsskipini, hevur ein sáttmála, sum sigur at manningin eigur 27 prosent til javnbýtis. Føroya Fiskimannafelag hevur bara kravt at teir halda galdandi sáttmála, og at teir býta 27 prosent til tríggjar manningar heldur enn tvær. Fiskimannafelagið er bert áhuga í fiskipartinum, tískil átti hetta at verið sjálvsagt, og einfalt, men so er ikki.
Ein munnlig avtala bleiv gjørd í fjør, sum bara skuldi fáast formliga uppá pláss dagin eftir, sum segði, at manningin á flutningsskipinum skuldi lønast eins og teir ið sigldu við skipinum sum fiskaði. Restina skuldu teir finna útav sínamillum.
Tá vit møttu dagin eftir, fyri at orða og undirskriva sáttmálan, hevði pípan fingið annað ljóð.
Um Hanus Hansen av sínum eintingum helt seg fáa ov lítid í egnan lumma, ella um tað vóru komin harraboð úr Hollandi, skal eg ikki duga at siga. Hann kundi nú ikki skriva undir ein sáttmála sum vit seint kvøldi fyri høvdu avtala, og fortaldi, uttan somikið sum at rodna, at tað vóru hinir sum gjógnum náttina høvdu annulerað muntligu avtaluna. Hóast hetta var ein loddrøtt lygn, hepnaðist Hanusi at at fucka alt upp, soleiðis at ongin felagssemja fekst burturúr.
Reiðarnir finna snøgt sagt ikki útav hvussu teir skulu bíta restina av peninginum ímillum sín, síni egnu skip, ella í onkrum føri millum tvey reiðaríir, og so eykapartarnar.
Hetta er ikki ein uppgáva hjá Føroya fiskimannafelag at finna útav, og fari eg tí minna á, at tað er ikki Føroya fiskimannafelag sum er trupulleikin her, men strámaðurin Hanus Hansen og hansara líkar.

Spurningurin er, skulu vit lata Strámennirnar seta dagsordan innan føroysk sáttmálaviðurskifti ella ikki?
Eg haldi tað ikki.

Mortan G. Berjastein.
Nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder