Væl umtókta morgunkórið fer á venjingarlegu á skúlanum á Giljanesi nú leygardagin 21. Novembur. Í hesum sambandi verður kvøldseta á skúlanum kl 19.00. Morgunkórið fer at framføra nakrar sangir og Signy Hermansen fer at greiða frá túrinum, har 8. Flokkur á skúlanum á Giljanesi var í Grønlandi í septembur 2014.
Morgunkórið venur tveir mánadagar um mánaðin, og er so ein leygardag um mánaðan á venjingarlegu. Kórið hevur fyrr verið á venjingarlegu á skúlanum á Giljanesi. Eisini hevur kórið verið úti í Hestoy og havt konsert í kirkjuni, har fólk komu at lurta, bæði fólk úr bygdini og avbygdafólk. Morgunkórið er kór ið verður stjórna av Sigrid Sivertsen. Kórið syngur m.a. fosturlandsangir, kvæðir og jólasangir, so hetta er eitt rúmligt kór tá hugsa verður um sangvalið Sigrid hevur valt til kórið.
Morgunkórið gleðir seg at sleppa at framføra á Skúlanum á Giljanesi, og vil bjóða øllum hjartaliga vælkomnum at lurta 21. Novembur kl. 19.00 á skúlanum á Giljanesi, tað er nú leygarkvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald