Politikkur

Moodys álit á fíggjarpolitikkinum

...

2015-08-03 14:51 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eftir 4 ár við Jørgen Niclasen í sessinum sum fíggjarmálaráðharri, boðaði Moodys fríggjadagin frá teirra nýggjastu meting av Føroyum. Tey okkum ratingina Aa3, sum er fjórðhægsta rating av 21 møguligum. Men samstundis eru útlitini broytt frá at vera negativ til aftur at vera støðug.


Tað var fyri gott 4 árum síðan, í Apríl 2011, at Aksel Johannesen, táverandi fíggjarmálaráðharri boðaði frá, at Moodys hevði broytt sínar skuldarmeting av føroyska búskapininum. Áður hevði Moodys mett útlitini stabil, men nú vóru tey negativ.
Í tíðindaskrivið 19. Apríl 2011, sigur Aksel Johannesen, táverandi fíggjarmálaráðharra, at høvuðsorsøkin hjá Moodys til niðurrataðu metingina í 2011 var undirskotið á fíggjarlógini og onnur orsøk var, at tað ikki hevði eydnast at funnið politiskar semjur um langtíðar tiltøk.


Eftir 4 ár við Jørgen Niclasen sum fíggjarmálaráðharra, kom Moodys við nýggjar meting fríggjardagin. Nú hevur pípan fingið annað ljóð. Moodys boðar nú frá, at tey hava broytt metingina. Tey meta ikki longur útlitini negativ, men hava broytt tey til støðug.


Orsøkin til at útlitini eru betrað, eru sambært ratingfyritøkuni:


??? Ein úrslitagóð ætlan at minka um hallið á fíggjarlógini
??? At skuldin væntandi fer at minka eftir 2016 og
??? At búskapurin er sterkari, millum annað orsaka av vøkstur í BT?? og lágum arbeiðsloysi

Hetta hevur týdning fyri rentu av lánum til landi. Fyri nøkrum árum síðan mátti landi rinda yvir 3% í rentu av sínum lánum. Í fjørð kundi landskassin umfíggja lán við eini rentu, sum var uml. 1,8%. Í juni í ár var aftur umfíggja uml. 1 mia. og nú var rentan komin heilt niður á 0,96%. Rentuberandi skuldin hjá landinum er uml. 4,3 mia, so 1% í rentu svarar til 43 mió í útreiðslu um árið.
Vit eru á rættari kós.


Nú ræður um hjá okkum føroyingum at halda fast við kósina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder