Síðan juli 2016 hevur tað verið illgruni um, at alibrúkið hjá Bakkafrost í Hvannasundi hevur ISA-smittuna, tað hava verið gjørdar nógvar royndir, og seinasta royndin, sum er tikin í januar í 2017, ber brá av, at illgrunin økist.
Alibrúkið hevur tilsamans 1,2 milliónir fiskar, sum í meðal viga 2,8 kg.
Illgrunin er størstur í tveimum av ringunum, harav annar ringurin er tann sami, sum illgruni var um í juli 2016.
Í tíðindaskrivi frá Bakkarfost verður sagt, at teir eru klárin at taka fiskin í hesum báðum ringunum, annar ringurin hevur 90.000 fiskar og hin ringurin hevur uml. 100.000 fiskar - t.v.s. at í alibrúkinum í Hvannasundi koma at gana uml. 1 millión fiskar, eftir at teir hava tikið fiskin í báðum teimum ivasamu ringunum.
Framhaldandi verður fylgt væl við, hvussu útviklingurin í alibrúkinum í Hvannasundi verður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald