Hóast Javnaðarflokkurin, ið sigur seg vera garant fyri vælferð í Føroyum, hevur givið lyfti um at onki samstarv verður við Fólkaflokkin eftir valið, so hevur flokkurin í seinastuni í fleiri umførum atkvøtt saman við samgonguni og felt góð uppskot, ið høvdu gjørt tað lættari hjá vanligum føroyingum. Spurningurin er tí, um nakað broytist, sleppur Javnaðarflokkurin fram at.
Aftur í gjár upplivdu vit, at Javnaðarflokkurin atkvøddi saman við samgonguni, og feldi eitt gott andstøðuuppskot, ið kundi betra munandi um umstøðurnar hjá børnum og ungum í Føroyum.
Hesiferð feldi Javnaðarflokkurin uppskot frá Tjóðveldi, um at lógartryggja børnum við serligum tørvi rætt til stuðlandi og mennandi fyriskipanir í skúla og frítíðarhøpi. Eitt uppskot, ið hevði bøtt munandi um viðurskiftini hjá teimum familjum, ið hava børn við serligum tørvi. Eitt nú ynskti Tjóðveldi at áseta mark fyri, hvussu langir bíðilistar til ymisk tilboð, sum t.d. barnasálarfrøðing, kunnu vera.
Javnaðarflokkurin fellir uppskot, hann lovar veljaranum at fremja
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Javnaðarflokkurin fellir eitt andstøðuuppskot. Javnaðarflokkurin hevur í seinastuni felt fleiri góð andstøðuuppskot, og so seint sum í farna mánað feldi Javnaðarflokkurin eisini saman við samgonguni eitt uppskot hjá Tjóðveldi, ið hevði til endamáls at seta ferð á grønu umstillingina í Føroyum, við at taka av MVG á eitt nú grønum hitaskipanum og el-bilum.
Hetta hóast Aksel V. Johannesen á landsfundi Javnaðarfloksins í apríl segði soleiðis:
???Javnaðarflokkurin hevur sum mál, at øll hús og allir bygningar skulu hitast upp við varandi orku. Hetta letur seg tøkniliga gera í dag, og um oljuprísurin aftur fer at hækka, eru nógvir pengar at spara hjá einstøku familjunum???
Ein stak harmilig gongd, ov vit kunnu tíverri bert staðfesta, at tað er munur á, hvat Javnaðarflokkurin sigur seg vilja gera, og tað sum hann í veruleikanum ger.
Tjóðveldi fylgir lyfti upp við ítøkiligum átøkum og uppskotum
Í Tjóðveldi leggja vit dent á, at øll okkara lyfti eru bindandi avtalur við okkara veljarar, og at allar okkara útsagnir verða fylgdar upp við ítøkiligum átøkum og uppskotum í tinginum. Hetta sóu vit m.a. herfyri, tá Tjóðveldi tók stig til at hjálpa teimum fátækastu familjunum í Føroyum, við at leggja fram uppskot um at hækka barnaískoyti til tær mest útsettu familjurnar. Heldur enn bert at tosa um trupulleikan, so valdu vit at gera nakað ítøkiligt við hann, og veita hesum familjunum eina hjálpandi hond.
Formaðurin í Javnaðarflokkinum hevur boðað greitt frá, at hann ikki fer í samstarv við Fólkaflokkin eftir valið. Vónandi fer hann at halda orð, men vit hava sæð dømi um, at hann sigur eitt, men ger nakað annað. Tað er harmiligt, og tí mugu vit eisini staðfesta, at einasti garanturin fyri, at ein heilt nýggj politisk kós verður sett í Føroyum, er Tjóðveldi.
Tað seinasta, sum vit í Føroyum hava brúk fyri, er ein nýggj ABC-samgonga, ið hevur sum høvuðsmál at køva allar batar, ið vit sum samfelag hava so stóran tørv á, og heldur fast í verandi skeivu kós.
Tjóðveldi peikar á andstøðuna ??? Javnaðarflokkurin kann fara báðar vegir
Tjóðveldi heldur sítt orð, og tá ið vit lova okkurt, so er tað tí, at vit ynskja at føra tað út í verki. Tað kann ein fáa vissu um, við at samanbera útsagnir Tjóðveldis við uppskot løgd fram tinginum og hvussu tingfólk Tjóðveldis atkvøða í løgtingsmálum.
Tjóðveldi hevur eisini sum einasti flokkur melda greitt út, at vit ynskja eina samgongu millum verandi andstøðuflokkar.
Í eini taktiskari roynd at vinna atkvøður, royna summi Javnaðarfólk at billa veljaranum inn, at Tjóðveldi ætlar sær í samstarv við Fólkaflokkin eftir valið.
Tað er reint møsn.
Vit ynskja eina grundleggjandi broyting í førda politikkinum, og hon kemur ikki við verandi Fólkaflokki í landsins leiðslu. Tey, ið kortini pástanda tað, royna bert at ræða fólk, og eiga í grundini at sópa fyri egnum durðum. Tað er so ikki Tjóðveldi, ið saman við Fólkaflokkinum fellir framsøkin uppskot, ið gera tað lættari hjá vanligum familjum at fáa gerandisdagin at ganga upp.
Tjóðveldi er trygdin fyri einum rættvísari samfelag
Tað skal vera mín vón, at Javnaðarflokkurin broytir kós og prógvar sínar politisku ætlanir í verki, heldur enn bert at tosa um ætlanirnar.
Til tað hendur, so fari eg at heita á øll, sum vilja hava eitt meiri rættvíst samfelag, har øll hava somu møguleikar at koma fram og skapa sær eina virðiliga tilveru, um at velja Tjóðveldi.
Tjóðveldi heldur síni lyfti, og vit eru í løtuni einasta trygd fyri, at sitandi samgonga ikki sleppur at halda fram eftir komandi løgtingsval.
Tór Marni Weihe, løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald