25. mars er føðingardagur V. U. Hammershaimbs. Tá verður móðurmálsdagurin hildin. Tað eru Miðlahúsið, Dimmalætting, Kringvarp Føroya, Málráðið, Føroyamálsdeildin, Mentamálaráðið, Norðurlandahúsið og Nám, sum skipa fyri degnum og virðislønini.
Skráin fyri dagin er hendan:
Á Landsbókasavninum, kl. 10:
Kl. 10: Verkætlanin Talgilding av mikrofilmunum av føroysku bløðunum verður alment tikin í nýtslu.
- Erhard Jacobsen, leiðari á Landsbókasavninum, bjóðar vælkomið.
- Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri, letur blaðsavnið upp fyri almenninginum á netinum.
- Erling Kjærbo, verkætlanarleiðari, greiðir frá gongdini at talgilda mikrofilmarnar av føroysku bløðunum og um, hvussu vit brúka blaðsavnið.
- Hanus Kamban, rithøvundur, greiðir frá sínum royndum at brúka bløðini sum keldu.
- Arnbjørn Dalsgarð, leiðari á Býarbókasavninum, sigur frá hendingum í føroysku blaðsøguni.
Í Norðurlandahúsinum, kl. 13-16, Móðurmálsdagurin 2015, Føroyskt og talgildi heimurin.
- Kl. 13 Mentamálaráðharrin, Bjørn Kalsø, setir Móðurmálsdagin 2015.
- Kl. 13.10 Halldóra Jónsdóttir: ISLEX ??? et vigtigt bidrag til det nordiske sprogsamarbejde.
- Kl. 13.25 Mentamálaráðharrin, Bjørn Kalsø, letur upp føroyska partin av ISLEX.
- Kl. 13.40 Jógvan í Lon Jacobsen og Zakaris S. Hansen, málfrøðingar á Føroyamálsdeildini:Nýbrot í føroyskari orðabókagerð.
- Tónleikur : Angelika Nielsen, violin, og Anna Hüdepohl, akkordeon.
- Kl. 14.05 Karin Kass, leiðari á Sjóndeplinum: Føroysk teldutala.
STEÐGUR
- Kl. 14.40 Eyðgunn Hansen og Edny Poulsen, teknmálstulkar: Føroysk teknmálsorðabók.
- Tónleikur: Angelika Nielsen, violin, og Anna Hüdepohl, akkordeon.
- Kl. 15.05 Jonhard Mikkelsen, stjóri, Forlagið Sprotin: ??keypis orðabøkur til allan heimin.
- Kl. 15.20 Landsbókasavnið, Søvn Landsins: Kunning um verkætlanina Talgild bløð.
- Kl. 15.45 Kunning um framhaldið um kvøldið. Endi.
Í Nýggjustovu, í Gongini 8, kl. 19
Móðurmálsdagurin 2015 heldur fram í Nýggjustovu, barnaheimi V. U. Hammershaimbs.
- Mentamálaráðharrin, Bjørn Kalsø, handar Móðurmálsvirðislønina 2015.
- Høgni Djurhuus, sum fekk móðurmálsvirðislønina í 2012, hugleiðir.
- Bólkurin Kvonn við Kristiani Blak, Sharon Weiss, Ívari Bærentsen og Angeliku Nielsen spælir tónleik eftir J. C. Svabo.
Fyrireikarar:
Nám, Mentamálaráðið, Sosialurin, Kringvarp Føroya, Málráðið, Føroyamálsdeildin, Norðurlandahúsið, Sprotin, Bókadeild Føroya Lærarafelags og Landsbókasavnið.
Kelda: setur.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald