Ítróttur

Mjørki og vindur tarna flogferðsluni

...

2013-08-30 23:58 Author image
placeholder

Í dag hevur verið gráligt vestanfyri, eisini hevur verið fitt lot av útsynningi. Tað ger at onkrar seinkingar eru í flogferðsluni.

Flogfarið, sum skuldi koma úr Íslandi, var yvir flogvøllinum, men fekk ikki sett seg, tað fór aftur til Ísland og kemur aftur kl. 19.30. Tað flogfarið skal til Billund og millum ferðafólkini eru føroysk ítróttarfólk úr Hvirluni og Treystinum, sum skulu kappast um DM fyri ung í ??rhus um vikuskiftið. Kappingin byrjar um 10-tíðina í morgin.

Tey fýra úr Treystinum eru Rebekka Fuglø, Marnar Djurhuus, Einar Gregersen og Gunnar Sivertsen.

??r Hvirluni eru 7 fólk:

  • Helgi Geyti (???93): spjótkast, D20-22
  • Trygvi Zachariassen Laksáfoss (???94): longdarlop og trýstøkk, D18-19
  • Hallur Simonsen (???95): diskuskast og kúlustoyt, D18-19
  • Edna Maria Debes (???97): hæddarlop og 100 m forðarenning, G16-17
  • Tóri Nielsen (???97): spjótkast, D16-17
  • Marita Káradóttir Petersen (???98): spjótkast, trýstøkk og 80 m forðarenning, G14-15
  • Tórur Mortensen (???98): longdarlop og trýstøkk, D14-15
  • Vit tóku nakrar myndir á flogvøllinum í dag.

    Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

    placeholder