2015-10-09 21:50
Løgreglan: Í samband við eitt mál um neyðtøkuroynd av einari ungari kvinnu, mikukvøldið tann 30. september 2015, hevur politiið í dag haft telefon samband við ein mistonktan í neyðtøkumálinum.
Viðkomandi, sum í løtuni er staddur uttanlanda, hevur játtað seg sekan, men hann verður avhoyrdur nærri til málið, tá hann er aftur í Føroyum í viku 43.
Politiið takkar øllum, sum hava vent sær til politiið í samband við kanningina av málinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald