Hundraðtals børn og foreldur eru í knípu í Skúlanum á Fløtum, og tí er tað eitt stórt mistak at havna øllum tilboðum upp á skúlan. Kommunan eigur at royna samráðingar heldur enn nýtt útbjóðingarumfar
Í Fólkaflokkinum kunnu vit als ikki taka undir við ???panikkinum???, sum hevur tikið seg upp á Vaglinum kring Skúlan á Fløtum.
Hundraðtals børn og foreldur eru í knípu, tí einki kemur burtur úr verkætlanini at byggja nýggja Skúlanum á Fløtum, og tí er tað eitt stórt mistak at vraka øll tilboð upp á skúlan. Kommunan eigur at royna samráðingar við útvaldar byggifyritøkur heldur enn at seta í verk nýtt útbjóðingarumfar.
Eitt nýtt útbjóðingarumfar kann dýrka skúlan og seinka honum upp aftur meiri. Veruleikin er, at verkætlanin hevur gingið ov seint, sammett við tíðina vit liva í ??? bæði búskaparliga, og tá talan er um arbeiðsmegi.
Vit noyðast at ásanna, at byggingin er vorðin ov dýr í mun til upprunaligu ætlanirnar, og nú snýr tað seg um at finna frægastu millumloysnina og annars hava gongd í verkætlanina, so hon verður seinkað minst møguligt. Tað skylda vit børnum, foreldrum og lærarum í Skúlanum á Fløtum.
Fólkaflokkurin fer at gera alt, hann er mentur, fyri at halda gongd í byggingini, og vit taka málið upp, beint eftir ólavsøku.
Bogi Andreasen, býráðslimur
Fólkaflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald