- Verður eingin politisk avleiðing av hesum máli, verður skapt eitt sera skaðiligt fordømi, sum góðtekur, at løgmaður og landsstýrisfólk tilvitað siga ósatt fyri Løgtinginum og bera Løgtinginum skeivar upplýsingar. Tá er øll tann fólkavalda skipanin sett til viks og Løgtingið hevur mist sítt vald sum umboð hjá fólkinum.
Tjóðveldi og Framsókn leggja í dag fram misálit á løgmann orsaka av niðurstøðuni hjá kanningarstjóranum um málið um Eysturoyartunnilin.
Kanningarstjórin og formansskapurin mæla til, at tann løgfrøðiligi og revsirættarligi parturin av málinum verður avgreiddur við átalu frá Løgtinginum. Løgtingið hevur samtykt niðurstøðurnar saman við álvarsligari átalu fyri tann løgføðiliga partin av málinum.
Politiskt parturin eigur at vera greiður hjá einum samdum løgtingi:
Neyðugt at staðfesta, at Løgtingið ongantíð kann góðtaka, at tilvitað sagt verður ósatt fyri løgtinginum, og tað eigur at fáa ta avleiðing, at løgmaður og landsstýrisfólk leggja frá sær.
Verður eingin politisk avleiðing av hesum máli, verður skapt eitt sera skaðiligt fordømi, sum góðtekur, at løgmaður og landsstýrisfólk tilvitað siga ósatt fyri Løgtinginum og bera Løgtinginum skeivar upplýsingar. Tá er øll tann fólkavalda skipanin og tær demokratisku grundreglurnar settar til viks og Løgtingið hevur mist sítt vald sum umboð hjá fólkinum.
Men politiski parturin av málinum hevur ongar avleiðingar fingið. Hóast fleiri áheitanir um hetta, hevur løgmaður ikki sagt seg úr starvi. Men løgmaður hevur í staðin sent Løgtingið til hús og skrivað út nýval. Løgmaður situr sostatt enn við øllum heimildum ??? og rættinum at samráðast um at skipa landsstýri ??? eisini eftir at nýtt ting er valt.
Uppskotsstillararnir heita enn einaferð á løgmann um at virða og verja álitið á ta fólkavaldu skipanina, taka avleiðingarnar og leggja frá sær.
Verður hetta ikki gjørt, noyðist Løgtingið at samtykkja misálitisváttan.
Tá er samstundis slætt borð í politisku skipanin og byrjast kann av nýggjum eftir komandi løgtingsval, har veljarin fær alla ávirkan á, hvør fær samráðingarrættin at skipa stjórn eftir valið.
Uppskot
um
misálitisváttan
Vísandi
til §30 í løgtingslóg um Stýrisskipan Føroya og til §47 í Tingskipanini,
samtykkir Løgtingið misálit á løgmann.
Viðmerkingar
Vísandi
til úrslitið av kanningini hjá kanningarstjóranum, Hans Gammeltoft Hansen, í
málinum um Eysturoyartunnilin, og til uppskot til átalu frá formansskapinum,
verður hervið lagt fram misálit á løgmann.
Staðfest
verður í báðum førum, at løgmaður tilvitað og í fleiri førum hevur borið
Løgtinginum skeivar upplýsingar, og at greitt brot er framt á § 5, stk. 2, í
lóg um ábyrgd landsstýrisins.
Kanningarstjórin
staðfestir í síni niðurstøðu í frágreiðing síni frá juni 2015:
???Det må herefter
konkluderes, at Lagmanden har overtrådt landsstyremandsansvarslovens § 5, stk.
2, ved forsætligt at have givet Lagtinget urigtige oplysninger om sin rolle i
forbindelse med tilblivelsen og indgåelsen af kompensationsaftalen.???
Fyri
politisku skipanina er málið í tveimum:
1.
Løgfrøðiliga: Lógin er
brotin og tann løgfrøðiligi og revsirættarliga avleiðingin má ásetast.
2.
Politiskt:
Avleiðingin
fyri tilvitað at hava sagt ósatt fyri Løgtinginum má avgreiðast.
Kanningarstjórin
og formansskapurin mæla til, at tann løgfrøðiligi og revsirættarligi parturin
av málinum verður avgreiddur við átalu frá Løgtinginum. Løgtingið hevur samtykt
niðurstøðurnar saman við álvarsligari átalu fyri tann løgføðiliga partin av
málinum.
Politiskt
parturin eigur at vera greiður hjá einum samdum løgtingi:
Neyðugt
at staðfesta, at Løgtingið ongantíð kann góðtaka, at tilvitað sagt verður ósatt
fyri løgtinginum, og tað eigur at fáa ta avleiðing, at løgmaður og
landsstýrisfólk leggja frá sær.
Løgtingið
er fólkavalda tingið og stendur til svars fyri fólkinum og veljaranum. Løgmaður
og landsstýrisfólk eru tænarar hjá tinginum og standa til svars fyri
Løgtinginum.
Løgtingið
má virða sínar egnu skipanir og landsins lógir.
Verður
eingin politisk avleiðing av hesum máli, verður skapt eitt sera skaðiligt
fordømi, sum góðtekur, at løgmaður og landsstýrisfólk tilvitað siga ósatt fyri
Løgtinginum og bera Løgtinginum skeivar upplýsingar. Tá er øll tann fólkavalda
skipanin og tær demokratisku grundreglurnar settar til viks og Løgtingið hevur
mist sítt vald sum umboð hjá fólkinum.
Men
politiski parturin av málinum hevur ongar avleiðingar fingið. Hóast fleiri
áheitanir um hetta, hevur løgmaður ikki sagt seg úr starvi. Men løgmaður hevur í
staðin sent Løgtingið til hús og skrivað út nýval. Løgmaður situr sostatt enn
við øllum heimildum ??? og rættinum at samráðast um at skipa landsstýri ??? eisini
eftir at nýtt ting er valt.
Uppskotsstillararnir
heita enn einaferð á løgmann um at virða og verja álitið á ta fólkavaldu
skipanina, taka avleiðingarnar og leggja frá sær.
Verður
hetta ikki gjørt, noyðist Løgtingið at samtykkja misálitisváttan.
Tá
er samstundis slætt borð í politisku skipanin og byrjast kann av nýggjum eftir
komandi løgtingsval, har veljarin fær alla ávirkan á, hvør fær
samráðingarrættin at skipa stjórn eftir valið.
Á
løgtingi 4. august 2015
Vegna
Tjóðveldi Vegna
Framsókn
Høgni
Hoydal Poul
Michelsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald