Vinna

Minsti vøksturin í løntakaratalinum í tilfeingisvinnum

...

2016-03-22 08:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hagtøl yvir løntakarar býtt á kyn, aldur, vinnugreinar og sýslur eru nú tøk til og við desember 2015. Í desember vóru 25.069 løntakarar tilsamans (árstíðarjavnað tal). Hetta eru 47 fleiri í mun til november og 740 fleiri í mun til desember í 2014. Trendurin (t.v.s. rætningurin ella rákið í langtíðargongdini, sí mynd) í talinum av løntakarum hevur verið óbroyttur síðan byrjanina av 2014.

(trýst á mynd og talvu, so tær gerast størri)
 
Broytingar stava frá vøkstri í øllum vinnubólkum, tó er broytingin, bæði í mun til vinnuna sjálva og í mun til allar vinnurnar undir einum, minst innan tilfeingisvinnurnar, sí talvu niðanfyri.
 
 
Sí fleiri tøl í hagtalsgrunninum.
 
Stutt um árstíðarjavning og trendin
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar.
Í trendinum er harumframt lagt upp fyri øðrum óreglusemi í mánaðarligu tølunum, og tá sæst tann undirliggjandi langtíðargongdin í løntakarunum.
 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder