Nú Jacob Vestergaard hevur svarað skrivliga fyrispurninginum, ið undirritaði setti landsstýrismanninum um virksemið hjá Trygdargrunninum, eru fleiri áhugaverdar staðfestingar komnar undan kavi.
Eftirfylgjandi hevur Trygdargrunnurin sent út tíðindaskriv, har grunnurin fegnast um frálíka úrslitið ið grunnurin hevur havt seinastu árini.
Hvat vísir so roknskapurin?
Trygdargrunnurin ið veitir minstuløn til sjómenn, og minstaforvinning til útróðrarmenn, varð settur á stovn í 2011. Grunnurin hevur verið virkin í 4 ár.
Hesi 4 árini hevur Trygdargrunninum á hvørjum ári latið 10 mió kr færri út, enn grunnurin hevur fingið inn, og hevur avlopið hesi 4 árini tí verið omanfyri 40 mió kr. Grunnurin eigur í dag 92,7 mió kr, har meginparturin av peninginum er settur í lánsbrøv.
Í 2014 fekk grunnurin 26,3 mió kr inn, og yvirskotið hjá grunninum varð 12,5 mió kr. ??tgoldnar vórðu áleið 11 mió kr í minstuløn og minstaforvinningi, sum eru 2,6 mió kr minni enn í 2013.
??treiðslurnar av at umsita grunnin í 2014 vórðu 4,8 mió kr, og varð hetta umleið 1 mió kr meiri enn í 2013, tá útreiðslurnar vóru 3,7 mió kr.
Samsýningar til limirnar í stýrinum fyri grunnin, eru hesi 4 árini vaksnar úr 144.000 kr/ár, uppí 384.000 kr/ár, ella ein vøkstur uppá 266%.
Ein kann undrast á, at útreiðslurnar av at umsita grunnin eru 44% av útgjøldunum úr grunninum. Hetta svara til at umsitingarútreiðslurnar hjá ALS, ið eru 20-30 mió kr skuldu verið 85 mió kr, um sama lutfallið skuldi verið galdandi.
Eisini kann ein av røttum seta spurnartekin við, hvussu stóra eginogn stýrið fyri Trygdargrunnin ætlar at hava í grunninum framyvir, og um tað ikki varð rættari, at peningurin varð latin útaftur til endamálið ið grunnurin hevur.
Somuleiðis er tað undrunarvert, at samsýningarnar til limir í stýrinum eru hækkaðar munandi.
Hvat endamál hevur Trygdargrunnin
Fremsta endamál hjá Trygdargrunninum er at veita inntøkutrygd, tá inntøkur fiskimanna svíkja.
Álagt er eigarum av fiskiførum, heimahoyrandi í Føroyum, ið hava loyvi til vinnuligan fiskiskap sambært lógini um vinnuligan fiskiskap, at rinda eitt gjald fyri allar avreiðingar, sum í dag er 1% av veiðivirðinum. Tað er tí fiskimaðurin sjálvur, sum betalur inn í grunnin, pengar sum fiskimaðurin arbeiðir fyri hvønn dag, undir umstøðum sum í flestu førum ikki eru fyri sartar sálir.
Tí er tað bara rímuligt, at fiskimaðurin er tann sum fær ágóðan av at grunnurin hevur góð úrslit á hvørjum ári.
Hvat sigur galdandi kunngerð?
Eftir tilmæli frá stýrinum fyri grunnin hevur landsstýrismaðurin lýst kunngerð sum ásetur, at minstalønin verður 925 kr/dag fram til 31. mei 2015, tá hon lækkar niður í 700 kr/dag. Minstiforvinningurin til útróðrarmenn er ásettur til 14.000 kr/mðr fram til 31. mei 2015, tá hann lækkar niður í 12.000 kr/mðr.
Hetta vil siga, at um stýrið ikki tekur avgerð um at tilmæla landsstýrismanninum at broyta kunngerðina beinanvegin, so verða umstøðurnar hjá okkara sjómonnum munandi verri um einar 2 mánaðir.
Nú mugu minstalønin og minstiforvinningurin hækka
Nýtt stýri tekur í næstum við fyri Trygdargrunnin. Tað verður hetta stýri, sum tekur avgerð um hvørjar upphæddir verða galdandi framyvir.
??ll vita vit, at veðrið við Føroyar og í Norðuratlantshavi yvirhøvur, er millum mest baldruta veður tú finnur í heiminum. Umstøðurnar hjá okkara siglandi fólki eru tí sera avbjóðandi. Skulu vit vænta at nakar framyvir kemur at sigla við skipum um hesar leiðir, má sjómonnum okkara tí verða tryggja ein mannsømulig løn sum minstamát.
Tá stýrið fyri Trygdargrunnin fegnast um at minstalønin er hækkað munandi seinastu árini, stendur hetta í skarpari andsøgn við veruleikan sum er, at bæði tey ið eru arbeiðsleys og arbeiðarin á landi sum arbeiðir undir munandi betri umstøðum og hevur fast undir fótum, eru tryggjað eina betri inntøku enn fiskimaðurin.
Avbjóðingin er at gera tað lokkandi hjá okkara ungu alvum at velja sjógvin, heldur enn at vraka hann. Tí má proportionalitetur verða millum tryggjaðu inntøkuna á sjónum, og umstøðurnar hesir menn hava at arbeiða undir.
Áheitan !!
Eg vil hervið heita á komandi stýrið fyri Trygdargrunnin um at hækka minstulønina og minstaforvinningin munandi. Tað gevur onga meining at grunnurin skal eta seg stóran og sterkan og bólgna av umsiting, við pengum sum sjómaðurin eigur.
Minnist til at hetta er ikki tykkara pengar tit umsita.
Gevið sjómanninum tað ið hansara er.
Brandur Sandoy, Løgtingslimur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald