Vinna

Minst arbeiðsloysi í Eysturoy - mest í Suðuroy og Suðurstreymi

...

2016-11-29 16:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í oktober var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,6%. Eftir kyni var tað 2,3% hjá monnum og 3,0% hjá kvinnum. Hetta er sama støði, sum hevur verið alt árið, har arbeiðsloysið hevur sveiggjað millum 2,6 og 2,9%. Í tali vóru tað tilsamans 730 persónar, 46 fleiri kvinnur enn menn.


Trý mát: rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíð, og árstíðarjavnað
Myndin omanfyri vísir gongdina í arbeiðsloysinum síðstu tíggju árini, eins og sjónliga munin millum talið av skrásettum arbeiðsleysum persónum, persónar umroknaðir til fulltíð og so árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum.

Í uppgerðini hjá Hagstovuni eru íroknað skrásett arbeiðsleys hjá ALS og hjá Almannastovuni.
- Hetta eru tey, sum eru rakt av arbeiðsloysi, og her telja øll líka, líka mikið hvussu lítið ella nógv tey eru arbeiðsleys í tíðarskeiðinum.
- ??t frá skrásetta talinum av arbeiðsloysistímum verða tey í ALS umroknað til fulltíðararbeiðsleys, t.v.s. arbeiðsleys allar 40 tímarnar í vikuni. Tey, sum ikki eru í ALS men fáa arbeiðsloysisveiting frá Almannastovuni, eru øll roknað sum fulltíðararbeiðsleys.
- Síðan verður eisini roknað eitt árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum (sí meir um árstíðarjavning niðast í greinini).

Í talvuni niðanfyri er arbeiðsloysið fyri alt landið, menn og kvinnur, lýst mánað fyri mánað, frá oktober í fjør til oktober í ár, bæði í tali av fulltíðararbeiðsleysum persónum og í % av arbeiðsfjøldini.

 

Munurin í arbeiðsloysi millum kvinnur og menn er minkaður nógv
Samstundis sum arbeiðsloysið er nógv minkað síðstu árini, er munurin í arbeiðsloysi millum kynini eisini minkaður, sum sæst á myndini niðanfyri. T.d. vóru tað fyri tveimum árum síðani 198 fleiri kvinnur arbeiðsleysar enn menn, fyri einum ári síðani var munurin 92 fleiri kvinnur og er nú aftur minkaður niður í 48.

Størsta arbeiðsloysið er hjá ungum 25-34 ár
Meðan arbeiðsloysið fyri øll tilsamans er 2,3% (ikki árstíðarjavnað), er tað størst í aldursbólkinum 25-34 ár við 4,0%. Men her er eisini nógv størsti munur millum kynini, tí hjá kvinnum er tað við 5,5% dupult so stór sum hjá monnum við 2,8%. Minst er arbeiðsloysið hjá teim 45-54 ára gomlu við 1,8%, tað er ávikavist 1,4% hjá monnum og 2,1 hjá kvinnum. Við 2,4% hava tey elstu 55-66 ára gomlu umleið sama arbeiðsloysi sum miðaltalið fyri allar aldursbólkar tilsamans.

Minst arbeiðsloysi í Eysturoy - mest í Suðuroy og Suðurstreymi
Stórur munur er á arbeiðsloysinum í ymisku sýslunum:

  • Lægst er tað í Eysturoyar sýslu við 1,6% og í Norðstreymi, Norðoya og Vága sýslum við 1,8%
  • Hægst er tað í Suðuroy við 3,4%
  • Har í millum eru Sandoyar sýsla við 2,2% og Suðurstreym við 2,7%.

Hetta er alt roknað fyri bæði kyn tilsamans. Men serliga í Eysturoy, Norðstreymi, Sandoyar og Suðuroyar sýslum er sera stórur munur millum kynini, tí har er arbeiðsloysið hjá monnum umleið helvtina av tí hjá kvinnum. Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá monnum í Eysturoyar sýslu, har tað bert er 1,1%. Hetta sæst alt av myndini niðanfyri.

 

Um árstíðarjavning
Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum t.d. afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur. Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar. Til ber at lesa meira um árstíðarjavning her.

Dagførdu arbeiðsloysistølini eru nú tøk í hagtalsgrunninum við fleiri útgreinaðum upplýsingum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder