Politikkur

Minnniluta bólkur fyri vanbýti

...

2021-10-14 12:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Skrivligur fyrispurningur

eftir § 52a í Tingskipanini

Spyrjari: Tordur J. Niclasen, løgtingsmaður

Svarari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður í almannamálum

Evni: Teknmálstulkatænastan

Spurningar:

1. Er ætlanin at fáa møguligar forðingar av vegnum fyri, at fríyrkistulkar í nógv størri mun kunnu nýtast av tí einstaka brúkaranum?

2. Er ætlanin at broyta skipanina, so at játtanin fylgir brúkaranum?

3. Er ætlanin at broyta skipanina, so at brúkarin fær størri frælsi at velja egnan tulk?

Viðmerkingar:

Hóast greiða lógaráseting (§ 42 í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020) er tað tíanverri ein sannroynd, at teknmálstulkatænastan hjá Almannaverkinum ikki megnar at veita ta tænastu, sum tørvur er á.

Sannroynd er, at mangul er upp á tulkar í Almannaverkinum, og at skipanin tykist ov stirvin.

Hóast játtan er í løgtingsfíggjarlógini til teknmálstulkatænastuna, sum deyvir borgarar hava rætt og tørv á, so fáa tey ofta ikki ágóðan av henni. Avleiðingin er verri atkoma og verri møguleikar hjá okkara deyvu borgarum at taka lut í samfelagslívi og sosialum lívi á jøvnum føti við onnur. Sostatt er hesin minnniluta bólkur fyri vanbýti.

Tí átti tað at verið natúrligt og ein sjálvfylgja, at fríyrkistulkar í nógv størrri mun gjørdust partur av tænastuni, og at játtanin á fíggjarlógini fíggjaði hetta.

Fyri at gjørt skipanina minni stirvna og meira smidliga, so átti peningurin at fylgt brúkaranum og at tann deyvi, um gjørligt, hevði frælsi at valt egnan tulk ??? og at hetta varð goldið av játtanini ???Teknmálstulkatænastan??? á løgtingsfíggjarlógini.

Hetta vildi uttan iva verið eitt stórt frambrot til gleði og gagns fyri tey, ið tørva.

Í samgonguskjalinum verður sagt, at ???Teknmálstænastan verður styrkt???.

Tað er í hesum sambandi, at fyrispurningurin verður settur.

Á Løgtingi, 14. oktober 2021

Tordur J. Niclasen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder