JN

Minningarorð um Kára á Rógvi

...

2015-05-06 16:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú tagnaði kvæðarøddin uppi í Stovuviðurbirgi í Vestmanna

Hann var at síggja í bønum um hesa tíðina, nú tað so smátt var farið at vára.

Síðst í maj gekk hann við spannini við kunsttøðum, og stroyddið bøin, kvøðandi onkra vísu ella kvæði, kanska smáskeldandi inná okkurt, sum ikki gekk eftir vild.

Nú er hann ikki ímillum okkum meiri, Kári á Rógvi. Kvæðarøddin er tagnað uppi í Stovuviðurbirgi.

Røddin tagnaði á alt ov ungum árum, nú alt stóð í besta blóma. Kona og trý børn og útlit til at koma longur uppí tign í arbeiðislívinum.

Harrans vegir eru duldir.

Kári kom í Føroya ??ðalsfelag, sum formaður, tað var eisini her hansara ítriv og áhugið, innan seyðabrúk lá. Hansara unga bræsna sinnið og hjartalag, var við til at skapað nýggjar leiðir í ??ðalsfelagnum.

Kári vann ??ðalsfelagnum rættindi, soleiðis at felagið í dag verður hoyrt í tí almenna geiranum. Eisini fekk Kári ílag at geva blað út, soleiðis at limirnir, kundi fylgja við tí, sum fyrifórst í ??ðalsfelagnum.

Kári var íðin fjallmaður, hevði seyð í fitilendið, hann skjeyt harir við vinmonnunum. Kári treivst væl í tí fría, og ikki minst á hestardegnum, tá seyðurin kom í rætt, og alt frá skurðinum skuldi koma til høldar. Hetta vóru jóladagar fyri Kára.

Nú er kvæðarøddin tagnað. Orð eru fátæk!

Jóhanna, Bryndis, Brestir og Bragi, tit hava nógv gott at minnast um ein góðan mann og pápa.

??ra verði minni um Kára á Rógvi, stóri stuðulin hjá Føroya ??ðalsfelag.

Føroya ??ðalsfelag

Niels Th. Pedersen

formaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder