Minningarorð um
Ivan Klein Olsen
*
7. august 1957 ??? 13. novembur 2016
???Slættasti
sjógvur og brattastu bylgjur???, soleiðis byrjar ein av okkara vøkru sálmum, sum
Mikkjal á Ryggi umsetti eftir C. J. Boye. Ein sálmur, sum vit vanliga knýta at
lívinum í sjónum, sum mangan er baldrut, men eisini hevur manga góða løtu við
sær. Júst við hesum sálminum byrjaði eisini jarðarferðin í Vestmanna kirkju hjá
vinmanninum og fyrrverandi starvsfelaginum Ivan Klein Olsen, henda kalda
heystardag í november.
Men júst soleiðis
ynskti Ivan sjálvur at lýsa lív sítt. Marjun í Kálvalíð, prestur, dugdi sera
væl at geva eina lýsing av týdninginum í orðunum í sálminum og gera tey til eina
livandi mynd um tað lívið, sum Ivan sjálvur føldi, at hann hevði livað.
Orðini í
sálminum lýsa á mangan hátt lívið hjá okkum flestu, har vit hava viðgongd og
mótgongd av ymiskum slag, nøkur meiri og nøkur minni. Hjá Ivani hevði tað
alstóran týdning, at orðini vóru gróðursett í trúnni á skaparan, sum vit síggja
í ørindinum:
Hav tó ei
ótta, tú piprandi hjarta!
Hví manst tú
stúra og falla í fátt?
Enn er tó
ein, sum kann óveðrið harta,
stormur og
havódn má lýða hans mátt.
Hvar tú enn
fer,
hjá tær hann
er,
trygdgóði
Jesus, sum bjarging tær ber.
Við hesum
sálminum vildi Ivan ikki bert lýsa sítt lív, men eisini geva ugga til tey, sum
sita eftir við sorg og sakni ??? familian, vinir og starvsfelagir.
Eg kom at
kenna Ivan frá tíðini, tá lívið hansara var á slættasta sjógvi. Hetta var í
árinum 1978. Sjálvur var eg farin á politiskúla á Amager í mai og í november
mánaða kom Ivan eisini á politiskúlan saman við systkinabarninum Jón. Tað vildi
so við, at Ivan og eg báðir komu at gera útbúgvingartænastu á politistøðini í
Rødovre. Tað viðførdi eisini eitt gott vinarsamband okkara millum. Tó vit ikki
vóru í sama vaktbólki, so kundi tað koma fyri, at vit gjørdi tænastu saman.
Minnist serliga eina kvøldvakt, har vaktleiðarin setti okkum báðar saman á eitt
vaktlið og gjørdu vit tá báðir patruljutænastu saman. Tað var ikki vanligt at
møta einum patruljubili á donsku vegunum við tveimum føroyskum politistum, men
tað riggaði avbera væl.
Ivan var
einastandi góður vinur og samstarvfelagi, tað var so ómetaliga ómakaleyst at
dáma Ivan. Lættur í sinni og so einfaldur og trúgvur vinur, sum dugdi sera væl
sítt handverk og eisini dugdi at geva av síni vitan til øll.
Ivan var
ungur í tænastuni, tá hann í 1987 bleiv sýslumaður í størsta økinum í landinum
??? Streymoyar sýslu við tænastustaði í heimbygdini Vestmanna. Tað var í tíðini,
tá sýslumansembætið hevði størri týdning og við fleiri avbjóðingum og týðandi
uppgávum enn vit kenna í dag við niðurraðfesta starvsinnihaldinum.
Ivan røkti
sýslumansstarvið væl og virðiliga, og tað var eisini ein fragd at kunna arbeiða
saman við honum tað tíðina, eg sjálvur var sýslumaður í Eysturoy. Hansara vitan,
hjálpsemi og nærlagni kom mongum av okkara til góðar.
Men lagnan
vil tað oftani øðrvísi enn vit sjálvi høvdu vilja tað og ímynda okkum.
Týdningin av teim brattastu bylgjum fekk brádliga ein meining. Ein tung ferð
byrjaði í lívinum var veruleiki. Men so við og við varð vunnið á mótgongdini og
sera gleðiligt var tað fyri hann og familiuna, at Ivan seinni fekk starv á
Umhvørvisstovuni, eitt starv, sum honum dámdi væl og var glaður fyri.
Persónliga
lívið og arbeiðslívið hava eisini felags innihald í orðunum frá sálminum
Slættasti sjógvur og brattastu bylgjur, sum Ivan eisini upplivdi tað. Lívið er
so lætt og einfalt, tá alt gongur við, men so sera svárt og møtimikið, tá alt
tykist ganga ímóti. Vit kenna øll hesa kensluna, so ella so, og Ivan var einki
undantak og hann dugdi eisini at seta orð á kensluna, sum vit upplivdu tað í
kirkjuni og við hansara seinastu ferð gjøgnum heimbygdina til seinasta
hvíldarstað á hesi fold.
Familian
fylti nógv í lívinum hjá Ivani og vit vita hvussu stóra gleði og stuðul hann
hevði í konuni Kitty og børnunum Ragnari, Johnny og Mariann. Tað var altíð við
stoltleika og virðing, at hann umtalaði síni børn og glaður fyri, at tað gekst
teimum væl. Og ikki minni stoltur av at vera abbi. ??ll høvdu tey eitt serlig
pláss i hansara rúmliga hjarta.
Blíðskapurin
í heiminum við Hornavegin var altíð framúr og manga góða løtuna hava vit sitið
í hugnaliga heiminum hjá Ivani, Kitty og børnunum.
Vit syrgja við
tykkum Kitty, Ragnar, Johnny og Mariann og saknurin er stórur, men kunnu
gleðast um tey mongu og góðu minnir vit hava um ein góðan og trúfastan vin, sum
nú er farin um sýnina.
Friður
verður við minninum um Ivan við orðunum frá Fanny Crosby, sum Johs. Andr. Næs
týddi:
???Frelstur í
Jesu ørmum,
tryggur við Jesu lið,
undir hans náðiveingjum,
finnur hvørt
hjarta frið!???
Kári
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald