Ítróttur

Minningarorð um Gerster frá VÍF

...

2017-05-07 21:03 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað vóru sorgarboð at frætta sunnumorgunin 30. apríl, at Henrik Gerster var deyður brádliga kvøldið fyri. Tað tykist altíð meiningsleyst, tá fólk í bestu árum verða tikin frá okkum, og fyri VÍF rakti deyði Gersters serliga meint, tí hann hevði so stutt síðani verið venjari hjá bæði kvinnum og monnum okkara.

Hendrik Gerster kom fyrstu ferð til Føroya í 1987 sum leikandi venjari hjá H71, sama ár sum núverandi venjarin hjá VÍF, Ingi Olsen, fyrstu ferð leikti áfremsta liðinum hjá VÍF. Seinni kom Henrik Gerster aftur til Føroya og var tá aftur leikandi venjari hjá H71 eitt skifti og síðani venjari hjá Stjørnuni, Kyndli og seinast hjá VÍF. Eitt tíðarskeið var hann eisini landsliðsvenjari.

Henrik Gerster hevur verið ein av bestu álopsspælarum í føroyskum hondbólti nakrantíð, og hann var eisini spælarin, sum gjørdist kendur fyri tey hørðu skotini. Bæði í Føroyum og í Danmark er Henrik Gerster kendur fyri at leggja alla orku í og eitt sindur afturat, tá avgerandi dystir skuldu leikast.

Henrik Gerster kom til Vestmannar í 2013, tá hann avloysti Jan Ottosen sum venjari hjá monnunum. Henrik Gerster vandi eitt skifti í 2013-14 bæði menninar og kvinnurnar hjá VÍF. Tá Kári Mortensen og Svanna Hanusardóttir tóku ábyrgdina av kvinnunum, kundi Henrik Gerster leggja alla orkuna í at venja menninar. Tað rakk akkurát ikki til eitt meistaraheiti. Í 2014-2015 vandi hann aftur besta kvinnuliðið.

Henrik Gerster fekk nógv á skafti, tey trý árini hann var venjari hjá kvinnum og monnum í VÍF. Hann var við til at leggja tann botnin, ið nú er berandi á báðum liðunum, og sum hevur gjørt, at liðini bæði kappast um meistaraheitini.

Dámligi danskarin hevði eitt gott samstarv við nevndina í VÍF, og við sínum blíða lyndi var hann væl dámdur av vestmenningum. Nevndin í VÍF sýnir við hesum orðum djúpa samkenslu við familjuni hjá Henrik Gerster.

Minningarhald fyri Henrik Gerster verður í Hoyvíkar kirkju týskvøldið 9. mai.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder